Skipaeigarar vilja hava stórar skrúvur. Tað siga tey á Hundested Propeller í Danmark. Størri skrúvur minka um oljunýtsluna, og tað hevur stóran týdning í hesum tíðum 3,2 metrar í tvørmát.
So stór er skipsskrúvan, sum skrúvuverksmiðjan í Danmark, Hundested Propeller, skjótt fer at lata størsta pelagiska skipinum í Danmark.
Sambært stjóranum á verksmiðjuni, Mogens Christensen, veksur eftirspurningurin eftir stórum skrúvum, nú oljan er vorðin so dýr. Jú, størri skrúvurnar eru, jú størri verður drívmegin.
- Skipaeigarar eru eisini farnir at spyrja eftir skrúvum við trimum bløðum, sum vóru nógv brúktar í sjeytiárunum, sigur Mogens, sum júst hevur fingið eina bílegging upp á eina skrúvu við trimum bløðum til ein nýggjan danskan útróðrarbát.
Stjórin sigur við danska Dagbladet, at orkan verður størri við eini skrúvu, sum hevur trý bløð enn eini, sum hevur fýra bløð.
- Krøv eru sett til skipasmiðjur, sum byggja skip, at tær skulu lata skipini hava stórt skrúvupláss, so pláss er fyri heilt stórum skrúvum.
Sambært stjóranum eru hetta heilt nýggj krøv.
- At stórar skrúvur geva meira tóvmegi enn smáar, hava vit altíð vitað. Í hesum er eitt nýtt. Tað nýggja er, at skipasmiðjurnar nú byggja skip og bátar soleiðis, at pláss verður gjørt til stórar skrúvur, sigur Mogens Christensen, stjóri.