Fleiri túsund fólk gingu í dag mótmælisgongu í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo við kravi um, at Hosni Mubarak, forseti, skal leggja frá sær. Tíðindastovurnar skriva, at myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg væl til mótmælið, tí millum 20.000 og 30.000 løgreglumenn standa á varðhaldi í býnum.
Kortini eydnaðist tað mótmælisfólkinum at sleppa ígjøgnum byrgingarnar hjá løgregluni, sum brúkti táragass fyri at spjaða mannamúgvuna.
Eygleiðarar siga, at mótmælistiltøkini í Kairo og fleiri øðrum egyptiskum býum eru ein beinleiðis avleiðing av tí, sum er hent í Tunesia, har áhaldandi mótmæli noyddu forsetan, Zine al-Abidine Ben Ali, at leggja frá sær eftir at hava havt valdið í 24 ár.
Sambært AFP vóru mótmælisgongur í Kairo, Alexandria, Mansura, Tanta, Aswan og Assiut í dag. Myndugleikarnir hava sagt, at teir fara ikki at slaka, men at teir fara at brúka makt, um tað gerst neyðugt.









