Stórar íløgur næsta ár

Fuglafjørður: Komandi ár verða gjørdar rættiliga stórar íløgur í Fuglafjarðar kommunu.

Í 2008 skal havnarlagið útbyggjast fyri 8 mió, nýggjur dagstovnur byggjast fyri 7 mió og útstykkjast skal fyri 6 mió krónur. Íløgukarmurin er íalt uppá 29,3 mió.

Mett verður, at inntøkurnar av skatti verða mettar til 44 mió krónur, við einum skattaprosenti uppá 21,5, og partafelagsskatturin 5 mió.

Fíggjarlógin javnvigar við 86,4 mió, og verður avlopið uppá 40.000 kr.