Tað eru stórar broytingar á veg í Fólaskúlanum. Tað fortaldi, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina.
Hon sigur, at ein tvørpolitiskur bólkur hevur arbeitt í langa tíð við uppskotum um, hvussu fólkaskúlin skal skipast. Og eitt uppskot, sum arbeitt verður við, er, at 10 flokkarnir kring landið skulu leggjast saman í fýra ella fimm deplar.
Hon sigur, at endamálið við samanleggingini er at geva øllum skúlanæmingum eitt nøkunlunda javnt, gott skúlatilboð eftir níggjunda flokk. Í hesum sambandið sigur hon, at endamálið at geva øllum næmingunum javnt góða atgongd til allar tær nýhugsandi og skapandi valleirugreinarnar, sum ofta eru í 10. flokki.
Arbeitt verður eisini við eini ætlan fyri, hvussu tey kunnu útvega fleiri tímar til skapandi lærugreinar, ikki minst til sang. Vit eru samd um, at tað verður gjørt ov lítið burtur úr hesum lærugreinunum, og at har eigur broyting at koma í, sigur hon.