Stórar broytingar í russisku fiski­vinnuni standa fyri framan

Tey seinastu mongu árini hev­ur fiskivinnan í Russ­landi verið í svárari kreppu. Lítil og eingin fíggjarligur stuðul frá statinum, flotin hevur nærum ikki verið dag­førdur síðani síðst í áttatiárunum, flest skip eru vorðin gomul og ótíðarhóskandi. Savnaða russiska ársveiðan er tey seinastu tjúgu árini minkað við umleið 70%

Ivan Eginsson Moskalenko

----------------

 

Tann nýggi og sera virkis­fúsi ovastin innan fiski­vinnu, fyrrverandi tíðinda­maður og havnameistari í Kaliningrad Andrej Krajnij, er komin við nógvum broyt­ingum á økinum.

Frá 1.januar 2009 fáa russ­isku reiðaríini nýggjar kvotur, ið verða galdandi í tíggju ár. Núverandi kvotur eru bert galdandi í fimm ár. Henda tíðarleingjan av fiski­veiðurættindum fer ætlandi at hjálpa einstøkum feløgum at útvega banka­fígg­ing til keyps av nýggjari skipum uttanlands og nýbygningar. Ein russiskur statsbanki, Rosselhozbank, hevur longu játtað russisku fiski­vinnuni 50 milliardir rublar (á leið 10 milliardir danskar krónur) fyri 2008. Henda risaupphæddin verð­ur fyrst av øllum nýtt til dag før­ing­ar av sjálva fiskiflotanum, men eisini fiskavøru­fram­leiðslu á landi.

Ein onnur merkisverd broyting verður tann, at all­ur fiskur, ið er fingin um­­borð í russiskum sjógvi, má eisini landast í russiskum havnum. Tann stirvna og skriv­stovuveldiskenda skip­anin í dag noyddir russisk skip at landa í Norðurnoregi og Suðurkorea. Sambært Andrej Krajnij, verða hesi viðurskiftini fingin í rættlag longu í ár, so tað verður ásett við lóg at øll skipini, sum fiska í russiskum sjógvi, koma við matvøru beinleiðis á sín heima­markn­að – og ikki ígjøgnum norsk­ar ella koreanskar for­midl­arar. Hetta verður tó bert galdandi fyri skip undir russiskum flaggi.

Tað kemur eisini ein nýggj lóg, sum ásetur, at bert feløg við russiskum kapitali sleppa at varðveita síni kvoturættindi í russ­isk­um sjógvi. Reiðaríini við út­lendskum pengum, ser­liga í Fjareystri, har nógv feløg hava verið uppkeypt av íleggjarum úr Japan, Korea og Hong Kong, fáa ikki varðveitt sínar núver­andi kvotur. Hinvegin verða útlendskir íleggjarar væl­kom­nir at samstarva innan fiskavirki og fiskavøru­fram­leiðslu.

Ávirkar ei Føroyar

Sæð við føroyskum eyg­um, ávirka hesar broyting­arnar neyvan viðurskifti land­anna millum á fiski­vinnuøkinum nakað serligt í fyrstu atløgu. Í øllum førum kemur tað ikki bein­anvegin uppá tal at gevast við meira enn 30 ára gamla kvotusamstarvinum. Tað vil siga, at føroyingar fram­haldandi sleppa at veiða tosk í Barentshavinum, með­an russar fara at halda fram við svartkjafta- og silda­veiðu undir Føroyum. Kort­ini fer henda støðan møgu­liga at broytast, tá ið Russ­land hevur nóg mikið av egnaðum skipum, ið megna at fiska hvítfisk í sínum egna sjógvi.

Undir Sovjetsam­veldi­num vóru nógvir frysti­trol­arar úr Murmansk, Vladi­vostok umráðnum og Kam­tjatka hálvoynni í altjóða sjógvi. Nú eru teir fyri stór­an part at finna í russiskum sjógvi, serliga í Berings­havi­num og Ohotska havinum í russiska Fjareystri, har 70% av landsins fiskiflota hoyrir til. Á okkara leiðum fiska hesir trolararnir fyri tað mesta í norska, føroyska, ís­lendska og grønlendska sjógvi í Norðuratlantinum, eins og í marokkanska sjógvi í Norðurafrika. Við­víkjandi stórum pelagiskum trolarum er ætlanin hjá fiski­vinnuovastanum at satsa meira uppá tey uttanveltaðu fiskaumráðini, ikki minst Kyrrihavið – soleiðis at russar ikki fara at missa síni søguligu rættindi, sum teir høvdu har í soviettíðini, tá ið landið fiskaði upp til 11.000.000 tons av øllum fiskasløgum árliga – ímóti bert 3.200.000 tonsum í 2007.

Tað savnaða marknaðar­virðið av árligu russisku fiski­veiðuni er mett til at vera meira umleið 25 milli­ardir danskar krónur.