Stórar avgerðir, men tað gongur rættuliga væl

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur hildið sína fyrstu ólavsøkurøðu

Tað gongur væl,  nógv virksemi er ogfólk flyta aftur til Føroya.

Men Føroyar er mitt í einari broytingartíð.

Asel V. Johannesen, løgmaður, helt í dag sína fyrstu ólavsøkurøðu.

Tónin í røðuni var optimistiskur, men løgmaður staðfesti, at nógvar stórar avgerðir eru at taka innanfyri stutta tíð.

Hann nevndi fiskivinnunýskipanina, pensjónsskipanina og menningarætlanina fyri heilsuverkið. Stórar skipanir, sum krevja stórar og torførar avgerðir.

Løgmaður var eisini inni á fleiri øðrum økjum. Millum annað brúkti hann dømir um fólk, sum hava valt at flyta aftur til Føroyar. Fólk, sum annars starvaðust ella lósu uttanlands.

-Góðu gongdini eiga nógv sín lut í. Vinnan. Undanfarnar samgongur. Sitandi samgonga. Og ikki minst fólkið – kring alt landið – ið hevur skapt grundarlagið fyri, at gongdin er vend, segði løgmaður.