Fyrsti veljarin, ið greiddi atkvøðu á kirjuráðsvalinum, var Andrias Sjóvará. Hann er sjálvur uppstillaður á lista 2, og tað var tí við ikki sørt av spenningi, at Andrias sum tann fyrsti legði atkvøðuna í kassan.
Vit spurdu Andrias, um hann heldur tað hava stóran týdning, at tað eru tveir listar og harvið eitt veruligt kirkjuráðsval?
- Tað hevur sera stóran týdning, at tað eru tveir listar. Tað er ódemokratiskt, at tað ikki hevur verið nakað veruligt val í 20 ár. Tað er ein sjálvsagdur rættur hjá øllum kirkjugangarum, at tey k unnu velja síni umboð í kirkjuráðið. Tað liggja eisini nógv tung mál fyri framman, og tí hevur tað týdning, at tað eru fólk við áhuga fyri kirkjuni, ið verða vald í ráðið.
Nú ert tú sjálvur eitt av valevnunum. Er tað nakar munur á listunum?
- Tað eru ymiskar áskoðanir, og eg haldi, at listi 2 er eitt sindur meira liberalur enn hin, men ikki konsekvent.
Roknar tú við sjálvur at verða valdur, og hevur tú rikið á val?
- Nei, eg rokni ikki við at koma inn, og eg havi heldur ikki rikið nakran á val, burtursæð frá, at eg havi sagt tað við míni nærmasu.