Stóran týdning fyri føroyskt vinnulív

Tað var ein hugnalig løta í Ítróttarhøllini í Runavík í morgun, tá altjóða vinnustevnan FaroExpo varð sett Løtan í morgun byrjaði við, at kórið Vox Angelica, sum er mannað við átta fólkum, sang tveir vakrar sangir, ein útlendskan og ein føroyskan.

Síðan trein Árni Joensen úr Oyndarfirði á pallin at biðja vælkomin. Hann nýtti eisini høvi at greiða luttakarunum frá nøkrum praktiskum viðurskiftum í sambandi við stevnudagarnar.

Tá Árni hevði sagt nøkur orð um fundarvirksemi, kaffi og matarsteðgir eins og um fyrilestrarnar, sum eru í Kelduni í Skálafirði seinnapartin í dag, læt hann formanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, mikrofonina.

Í setanarrøðu síni segði Jóhan Páll, at tað er ein heiður fyri seg ? og eitt privilegium - at fáa høvi at seta FaroExpo.

Hann segði seg vóna, at tey, ið hava tikið stig til vinnustevnuna eins og tær fyritøkur, sum við eru, fáa nakrar góðar dagar saman.

- Hetta er ein stevna, sum gevur føroyskum fyritøkum møguleikan at fáa í lag samband og samstarv við fyritøkur úti í heimi. Endamálið hjá føroyskum fyritøkum er at hitta útlendskar fyritøkur og at hitta sínar samstarvspartar.

Hann vísti á, at styrkin við FaroExpo er, at fyitøkur undir sama taki hava høvi at tosa saman og møguliga fáa í lag samstarv.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag segði, at slíkar stevnur sum hesar eru ógvuliga týdningarmiklar fyri føroyskt vinnulív, og hann segði seg vóna, at FaroExpo verður ein hornasteinur í at røkka góðum samstarvi tvørtur um landamørk.

Jóhan Páll nam eisini við áhugaverdu fyrilestrarnar, sum eru í Kelduni nú seinnapartin og segði seg vænta, at hesir fara at geva okkum eina breiða vitan um tey evni, sum teir fara at snúgva seg um.

At enda segði hann seg vóna, at útlendsku gestirnir fáa eina positiva mynd av føroyskum vinnulívi og okkara landi.

- Við hesum orðum seti eg FaroExpo 07, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.