Nú føroysku makrelkvoturnar í ár eru uppfiskaðar, sigur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar, at tað hevur stóran týdning fyri virkini, sum virka uppsjóvarfisk til matna, um Fiskimálaráðið longu beinanvegin í nýggja árinum skrivar út ein part av makrelkvotuni í ES-sjógvi fyri 2017.
Longu í fyrstu viku av januar í ár skrivaði Fiskimálaráðið út makrelkvotur, og hetta gjørdi, at arbeiðsfólkið á Varðanum Pelagic kundi arbeiða allan januar mánaða.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at eisini fyri skipini og manningarnar, sum fiska makrel, hevur tað stóran týdning, at menn í góðari tíð vita, hvussu teir best kunnu leggja árið til rættis.
- Tað er tí okkara vón, at Fiskimálaráðið aftur í ár fer at skriva út makrelkvotu fyrst í nýggja árinum.
Virkisleiðarin vísir á, at verður eingin makrelkvota skrivað út, soleiðis at skipini kunnu fiska í ES-sjógvi í januar, verður eingin makrelur fiskaður aftur fyrr enn í august, og soleiðis verður heldur einki serligt virksemi á uppsjóvarvirkjunum.
- Tá fiskurin hevur gýtt, gerst hann rak. Síðan verður hann fullur í æti og bleytur, og tað tekur rúma tíð, til hann aftur er best egnaður til okkara framleiðslu, sigur Ólavur Bjarkhamar.