Stóra tøkk til Jacob og Aksel

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, býráðslimur í Klaksvík
--------

Tað frøddi okkum her norðuri almikið, at landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard tók avgerð um, at trygdarmiðstøðin skal verða verðandi her norðuri. Og tað skal hann hava sera stóra tøkk fyri, og eisini allir teir politikarnir sum vóru við til at taka hesa avgerð.
Tað er sjón fyri søgn, hvussu trupult tað er fyri politikarar, sum vilja norðoyggjum væl við at seta nakað á stovn her, ella taka avgerð um, at stovnur, sum er her, framhaldandi skal verða her norðuri. Eg hugsi í hesum førinum um trygdarmiðstøðina og heilsutrygd.
Tað eru sterkir politikarar, sum makta hetta og tora at standa við sína avgerð. Havandi í huga mótstøðuna, sum altíð er, tá eitthvørt skal leggjast uttan fyri Havnina.
Landsstýrismaðurin Aksel V. Johannesen, skal eisini hava stóra tøkk fyri, at hann heldur fast við avgerðina um, at Heilsutrygd skal liggja í Klaksvík.
Torbjørn Jacobsen hevur verið úti og sagt, at tað er skeivt av landstýrismonnum at leggja almennar stovnar í sítt valdømi fyri at egna fyri sær sjálvum. Her vil eg minna Torbjørn á, at allar Føroyar tíverri eru eitt vældømi.

Hvat vilja landspolitikarnir við Norðoyggjum
Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm var nú í miðlunum, har hann greiddi frá, at hann slettis ikki skilti, hví Heilsutrygd skal vera í Klaksvík. Skilji ikki, hvat Bjarni billar sær inn. Hvat sær Bjarni fyri sær? Skulu vit flyta øll til Havnar? Tí um tað verður gongdin, at øll almenn arbeiðspláss skulu liggja í Havn, so minkar útboðið av arbeiðsmøguleikum uttan fyri Havnina ógvuliga nógv. Vit síggja allatíðina, hvussu talið av sjómonnum og arbeiðisfólki í fiskivinnuni minkar, og tí noyðast vit at flyta onnur arbeiðspláss út um landið.
Tað hevði møguliga verið tað bíligasta og kanska tað lættasta, at øll fluttu til Havnar. So vildu vit spart sjúkrahús, tunlar, viðlíkahald av vegum, strandfaraskip og allir almennu stovnarnir vildu verið í Havn. Vænti ikki, at tað er tað, sum landspolitikarnir vilja. Vit fáa best eitt gott og fjøltáttað land við at fólk við ymsum útbúgvingum býr úti um landið.
Eg haldi, at landspolitikarnir eiga at melda út NÚ, hvat teir vilja við Føroyum. Hvat síggja tit fyri tykkum í framtíðini. Politikarar eru frammi, har teir siga, at ongin stovnur skal flytast úr Havnini og aðrir skilja als ikki, hví nýggir stovnar skullu flyta til Klaksvíkar, tá pláss er fyri teimum í Tórshavn.
Lítið brot var í útvarpinum í morgun í einari sending, sum Gunnar Nolsøe skal hava hósdagin um demografisku Føroyar. Meini tað var Eyðun Jóhannesen hann tosaði við. Hann segði nakað áhugavert og sera viðkomandi. Hann helt, at vit ikki skulu gera Føroyar minni er tær eru. Tað var skeivt at trunka alt saman í Havnini, og Føroyar blivu fátækari um alt endaði í Havn.
Um Norðoyggjar skulu verða eitt sterkt økið, so er neyðugt við nógv fleiri arbeiðsplássum. Vit eiga nógv góð vinnulívsfólk her norðuri. Men tað eiga vit ikki verða revsaði fyri, við at almenn arbeiðspláss ikki verða løgd her norðuri. Tað eigur at verða umvent, at vit hava rætt til almenn arbeiðspláss, sum vit sjálvi hava upparbeitt.
Tað hevur sera stóran týdning fyri eitt økið, at har er eitt fjøltáttað útboð av arbeiðsmøguleikum og tí eiga vit at leggja so nógvar almennar stovnar í Klaksvík sum til ber. Tað verður nógv tosað um at fáa okkara útbúna fólk heimaftur og har haldi eg, at hesi eisini skulu fáa ein møguleika at koma aftur til heimstaðin.
Haldi at landins mynduleikar eiga at traðka til nú og beinanvegin flyta tey arbeiðspláss, sum heilt natúrliga hoyra heima her, norð hendanvegin. Fiskiveiðieftirlitið eigur at verða flutt beinanvegin saman við fleiri øðrum. Vinnuháskúlin eigur eisini at flyta til Klaksvíkar.
Havnin er okkara høvuðsstaður og fer altíð at vera tað, og vit skulu vera góð við Havnina. Tað er tó alneyðugt, at tað eisini í framtíðini verður møguleiki hjá fólki við ymsum útbúgvingum at búgva í øllum landinum.