Stóra songløtan við Høgna

Høgni hevði eina megnar konsert, har áhoyrarnir fingu tað, teir ynsktu; eina hugnaliga løtu

Høgni Lisberg fekk ta æru at spæla beint eftir stóru songløtuna fyri einari mannfjøld, ið ætlaði sær at hava eina stuttliga løtu saman við tónleiki.


Tí hevði tað ikki verið neyðugt hjá Høgna at gjørt nakað megnar avrik, fyri at fólkið skuldi fáa eina góða uppliving. Men Høgni leveraði. Frá fyrsta sangi var pallurin fullur av vælljóðandi, melodiskum, kenslufyltum tónleiki, sum fekk áhoyrarar at dansa, hoppa, siga åhh og syngja við.


Áðrenn konsertina ivaðist eg, um Høgni fór at hava nakað nýtt tilfar, ella um hann bara fór at spæla løg av gomlu, slitnu, og nakað yvirspældu fløguni “Morning Dew.” Til gleði fyri meg og aðrar áhoyrarar hevði hann nýtt tilfar ímillum teir gomlu slagararnar.


Serliga dámdi mær væl sangin “Side of the Road. Tó má sigast, at sjálvt um summir sangir hjá Høgna eru nakað yvirspældir, so virkaðu teir við til, at konsertin var so væl eydnað, sum hon varð. Fólk vildu sleppa at murra, syngja og rópa. Tað sluppu tey eisini.


Onkur hevur nokk staðið í einum horni og funnist at onkrum tekniskum, sum er ov háfloygt hjá mær at skilja ella hoyra. Tað ger onkur altíð. Men fyri okkum vanligu var upplivingin fantastisk. Góður tónleikur, góð løg, gott lag og ein mannfjøld og eitt orkestur, sum vildi hava eina góða uppliving á G!