Áttanda umfar í fremstu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Í lølum dystunum fer bólturin á rull klokkan 15.00. Undantakið er í Trongisvági, har fyrsta bríksl verður klokkan 14.30.
Toppdysturin í hesum umfarinum verður við Stórá í Trongisvági, har Suðringar fáa vitjan av KÍ.
Í gjár hildu tey á Tvøroyri 125 ára føðingardag fyri TB, sum er elsta fótbóltsfelag í landinum.
At tað er álvari í ætlanini við felagsliðnum í Suðuroy varð undirstrikað í sambandi við 125 ára stovningardagin. Tað varð gjørt av, at møguligt yvirskot av stóra degnum skal falla felagsliðnum í lut.
Toppliðið Víkingur verður seinnapartin partur av grannauppgerð í Fuglafirði.
Uppflytararnir í EB/Streymi eru á niðurflytingarplássi. Teir fáa vitjan av HB.
Uppflytararnir í 07 Vestur eru á veg til Runavíkar at vitja NSÍ, sum er tvey stig frammanfyri vesturliðið.
B36 er á veg inn á Skála, har heimaliðið við sigri fer at leggja seg undir liðina á árstalsfelagnum, sum hevur átta stig.
Tað verður sagt frá einum lítlum loti av landssynningi og suðri. Seinnapartin verður tað turt, og tað er møguleiki fyri, at sólin fer at síggja viðhvørt. Hitin verður umleið átta stig.
ÍF-Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ-07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Skála-B36: Ransin Djurhuus kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
TB/FCS/Royn-KÍ: Dagfinn Forná kl. 14.30
Støðan undan áttanda umfari
Víkingur 13 stig
KÍ 13 stig
TB/FCS/Royn 12 stig
NSÍ 10 stig
HB 10 stig
B36 8 stig
07 Vestur 8 stig
Skála 5 stig
ÍF 5 stig
EB/Streymur 5 stig