Stóra seyðasølan verður í Runavík dag

Í kvøld og í nátt verður eisini høvi hjá fólki at fáa sær ein ?swing-om? í Runavík; tá fara vælumtókta, Anita úr Noregi og faðir hennara, at syngja og spæla countrytónleik

Tiltøk
Í dag verður so stóra seyðauppboðssølan, sum Kappróðrarfelagið NSÍ skipar fyri í ítróttarhøllini í Runavík.
 Sølan byrjar kl. 14, og á staðnum verða royndir menn, sum fara at meta um seyðin og geva fólki hollan stuðul, tá ið bjóðast skal.
 Millum seyðirnar, sum seldir verða á uppboði, er ein góður veðrur, sum verður seldur á meksikanskan hátt, sum tað verður rópt. Í hesum førinum verða 50 kr. goldnar fyri hvørt boðið, ið givið verður.
 Stigtakararnir siga, at høvið verður eisini hjá fólki at bjóða uppá ræstan fisk og onkra kalvaspraggu av og á.

Grill, køkutombola og countrydansur
Í ítróttarhøllini verður eisini stórt køkutombola, sum byrjar kl. 14.
- Og grillin verður tendrað allan dagin. Tí, hvat er ein góður dagur í
ítróttarhøllini uttan eina vælstokta pylsu ? og kanska verður eisini ein stoktur búffur at fáa, siga stigtakararnir.
Í kvøld verður eisini høvi hjá fólki at fáa sær ein ?swing-om? í Runavík.
Frá kl. 23.00-04.00 verður góður countrydansur við vælumtóktu norsku
sangarinnuni, Anitu. Hon fer at syngja og spæla saman við faðiri sínum.
 Kappróðrarfelagið NSÍ sigur, at Anita hevur eina fjøltáttaða skrá við góðum dansitónleiki.
 Handilin, Opus í Saltangará, hevur stuðlað tiltakinum hjá Kappróðrarfelagnum.