Sum tíðin er liðin eru nógv ungdóms og mentanar hús opnaði kring Føroyar. Eitt teirra er Stóra Pakkhús í Vági, ið hevur húsa nógvum at bestu tónleikarunum í Føroyum. Stóra Pakkhús hevur, eins og aðrar líknandi barrir í Føroyum, lagt seg eftir tí enska ?pub?stílinum, og húsið er í stóran mun varðveitt frá tí tíðini, tá húsið veruliga var eitt pakkhús, tó við øllum nútímans hentleikum. Hetta hevur avgjørt økt um hugnan í húsinum, og eftir øllum at døma er Stóra Pakkhús eitt veruligt frístað fyri suðuroyingar.
Í 1999 keypti eitt felag í Vági Stóra Pakkhús við tí fyri eyga at seta húsið í stand og gera tað til eitt mentanarhús við tiltøkum fyri øllum aldursbólkum og einum so breiðum skara av fólki sum gjørligt. Og síðan 2001 hevur Stóra Pakkhús virka sum eitt marg-mentanarhús við einari langari røð av tiltøkum av ymiskum slagi á skránni.
Nógv ymisk tiltøk hava verið í Stóra Pakkhúsið gjøgnum ár og dag, tó skal sigast, at tað ið hevur skapt jaliga umdømið hjá húsinum, eru tónleikatiltøkini. Ein ørgrynna av dugnaligum og vælumtóktum tónleikarum hava leita sær til Vágs, og millum teirra eru t.d. Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Finnur Jensen, Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe og nógv onnur.
Í januar mánaði er sum vanligt aftur tónleika tiltøk á skránni, við m.a. Finnur Jensen, Kim Hansen og Terja Rasmussen.
Meira er at frætta um Stóra Pakkhús á heimasíðuni www.storapakkhus.com