Rættarmál
Nógv umtalaða narkomálið byrjaði mikumorgunin mest avgerandi og kanska eisini síðsta kapittul. Málið hevur verið hildið koyrandi síðani í januar mánað, tá løgreglan eftir umfatandi húsarannsóknir og drúgt arbeiði handtók eina røð av persónum í tí, ið seinni skuldi vísa seg at gerast størsta málið av sínum slag í Føroyum.
Maðurin, sum av fyrsta tíð varð nevndur í øllum skuldsetingunum og verður sagdur at vera ein av bakmonnunum, er nú komin fyri rættin. Málið er síðani byrjan vorðið meira umfevnandi og fleiri persónar eru eisini komnir fyri rættin og eru dømdir.
1.450.000
Málið er rættiliga umfatandi. Ákæran umfatar 33 punkt, har tey 32 snúgva seg um dusandi evni. Tað eina snýr seg um eina hóttan. Ein hópur av persónum er nevndur í ákærinin, og nógvir av hesum hava eisini verið fyri rættinum, og onkur er eisini dømdur.
Ákærumyndugleikin hevur ikki biðið um nakran ávísan straf, men hann hevur hinvegin nevnt eina peningaupphædd, ið ákærin heldur, at tann ákærdi hevur vunnið sær av rúsevnasølu í Føroyum. Talan er um 1.450.000 kr., ið ákærumyndugleikin ynskir at fáa hendur á.
Ì alt er talan um ákærur viðvíkjandi 26 kg. av hassj, 145 g kokain og 43 g amfetamin.
Rættarmálið heldur fram nakrar dagar.