Stóra kvinnuundirskotið í Føroyum vakti áhuga í Rio

Landsstýrisfólkini Annika Olsen og Kári P. Højgaard eru í hesum døgum á ST heimsráðstevnu í Rio de Janeiro í Brasilia. Týsdagin var Annika Olsen í einum pallborðkjaki um burðardygga menning og javnstøðu, sum norðurlendska ráðharraráðið skipaði fyri.

Í framløgu síni legði Annika Olsen dent á týdningin, sum javnstøða hevur fyri burðardygga menning, tá tað snýr seg um at gagnnýta og røkja alt menniskjatilfeingið í landinum. Í hesum sambandi nevndi hon stóru kvinnufráflytingina í Føroyum, sum eina sera stóra politiska avbjóðing.

Vanliga verður burðardygg menning lýst út frá búskaparligum, umhvørvisligum og einum sosialum sjónarhorni. Tá ið vit tosa um javnstøðu og burðardygga menning, verður hetta ofta viðgjørt sum tær avbjóðingar menningarlondini hava við at tryggja kvinnum javnbjóðis rættindi við lóg og við at broyta sosialar vana.

Annika Olsen gav í framløgu síni eitt nýtt sjónarmið uppá burðardygga menning og javnstøðu, sum snýr seg um sjálvt kynsbýtið og tær avbjóðingar, sum smá útjaðaraøki hava í hesum sambandi.

Hon greiddi frá stóra ójavnan í kynsbýtinum í Føroyum og at serliga ungar kvinnur í burðardyggum aldri vanta í.

Hon legði dent á, at Føroyar eru eitt nýmótans vælferðarsamfelag við javnrættindum millum kynini og øllum borgarum.

Men tá ið tað kemur til arbeiðsmøguleikar, eru kvinnurnar tó ikki í nóg stóran mun áhugaðar í fiskivinnuni, sum í størstan mun leggur dent á veiði og framleiðslu.

Føroysku avbjóðingarnar við kvinnufráflyting vaktu ans og sera stóran áhuga millum pallborðsluttakararnar.

Bæði stjórin fyri Research Institute for Social Development UNRISD, Sarah Cook, og Telma Viale, stjóri í ILO (International Labour Office) hildu, at hetta var ein støða, ið vildi verið sera áhugaverd at granska víðari í, so boð kunnu fáast uppá, hvussu smálond sum Føroyar varðveita kynsjavnvágan.