Í dag er forsetaval í Hvítarusslandi, og alt bendir á, at tann 56 ára gamli Aleksandr Lukasjenko verður afturvaldur, hóast hvassar atfinningar úr øðrum londum og minkandi undirtøku í heimlandinum.
Andstøðan ber ótta fyri umfatandi valsviki, og hon hevur mælt fólkinum til at mótmæla í høvuðsstaðnum Minsk, tá valhølini lata aftur í kvøld. Stjórnin hevur svarað aftur við at hótta við at steðga øllum mótmælistiltøkum.
Níggju valevni stilla upp ímóti Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið í 16 ár.
Umleið 1.000 valeygleiðarar skulu halda eyga við valinum, og tað er fyrstu ferð síðani 1994, at myndugleikarnir hava loyvt tí.










