Stúra fyri Torres

Fyrst var hann skaddur í fimm vikur, men tá hann so aftur fór at spæla, fekk Fernando Torres enn ein skaða. Tað hevur skapt stúran í Liverpool. - Vit eru sera vónbrotin av støðuni. Vit gjørdu eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði, so at hann ikki skuldi fáa ein skaða aftur, men tað eydnaðist ikki, sigur Rafael Benitez, venjari í Liverpool, við blaðið Sporting Life.