- Eitt barn í skúlaaldri í Herning-økinum í Danmark er vorðið rakt sera smittandi meslingum, sigur Statens Serum Institut í tíðindaskrivi. Meslingar hava annars verið burtur úr Danmark í eina tíð, men í øðrum evropeiskum londum eru mong hundrað útbrot um árið.
Útbrotið hjá danska barninum varð staðfest eftir eina ferð hjá familjuni í Ukraina. Familjan kom heim úr Ukraina hin 8. desember, og tíggju dagar seinni varð barnið rakt av útbroti. Barnið er kannað á Århuus Universitetssjúkrahúsi og mikudagin vísti ein roynd, at barnið er smittað við meslingum.
Statens Serum Institut hevur eisini váttað, at talan er um meslingar.
Av tí, at virusið er ógvuliga smittandi, hevur Stýrið fyri Sjúklingatrygd bjóðað viðgerð til fólk, sum kunnu hava verið útsett fyri smittu. Í mildum tilburðum við meslingum gevur sjúkan bara útbrot og fepur, men sjúkan kann eisini mennast og gerast lívshóttandi.
Í tilafturkomnum londum er meslingar orsøk til mong deyðsføll, og í Evropa endar fjórða til fimmta hvørt barn, sum fær meslingar, á sjúkrahúsi orsaka av herviligu sjúkuni.
Heimsheilsufelagsskapurin hevði sum mál at beina burtur sjúkuna í Evropa í 2015, men tað eydnaðist ikki. Í 2015 vóru níggju tilburðir av meslingum í Danmark, og tríggir tilburðir vóru í 2016. Í 2017 helt WHO, at danir høvdu megnað at bast sjúkuni.