Stúra fyri ruðuleika á ólavsøku

ÓLÓGLIGIR KAPPRÓÐRARBÁTAR Fleiri manningar kring alt landið eru nú í ferð við at broyta kappróðrarbátarnar fyri at fáa teir at ganga betri, men Róðrarsambandið ávarar, tí tað kann enda við at allir bátarnir verða kolldømdir

Vil heilt illa til, er vandi fyri, at kappróðurin á Ólavsøku verður avlýstur.
Tað staðfestir Jakku Guttesen, kappingrleiðari í Róðrarsambandinum.
Orsøkin til tað er, at runt alt landið eru kappróðramanningar í ferð við at broyta bátarnar fyri at fáa teir at ganga betri.
Men Róðrarsambandið ger púra greitt, at hesar broytingar eru ólógligar.
- Teir bátar bátar, sum møta upp á Ólavsøku við ólógligum broytingum verða kolldømdir, so einfalt er tað, staðfestir hann púra avgjørdur.
Hann stúrir eisini fyri, at í ringasta føri kann tað enda við, at allur róðurin á ólavsøku verður kolldømdir, ella í besta føri skerdur í so stóran mun, at hann heilt verður oyðilagdur, skuldi tað hent, at kappróðrarbátar í stórum tali møta upp við ólógligum broytingum.
- So verða vit noyddir at kolldøma allar bátarnar og tað vildi verið stak óheppið.
Alternativið er so, at listarnir verða skrúvaðir av aftur, men eisini tað kann elva til ruðulleika og nógvar seinkingar og tað vildi somuleiðis verið stak óheppið.

Dýr misskiljing
Uppundir Vestanstevnu fekk Róðrarsambandið eina fráboðan um at broytingar vórðu gjørdar umborð á seksmannafarinum, Páll Fanga ur Klaksvík.
Broytingin er, at ein listi er skrúvaður upp á bekkin fyri at rógvarin kann taka meiri á, tá ið teir taka bekktøk.
Jakku Guttesen segði tá við Portalin, at fráboðanin leyk ikki treytirnar til eina kæru, men at Róðrarsambandið kortini hevði kannað Páll Fanga.
- Men har var onki at finnast at, segði hann við Portalin beint áðrenn róðurin á Vestanstevnu skuldi byrja.
Hinvegin hevur hann síðani fingið ábendingar um, at hetta hevur givið róðrarfólki kring alt landið ta fatan, at Róðrarsambandið hevur sostatt góðtikið hesar broytingar umborð á Páll Fanga.
- Av tí sama hava vit frætt um, at róðrarfólk kring alt landið eru farin at skrúva listar upp á bekkirnar við fyrimynd í myndunum, sum eru tiknar av Páll Fanga á Jóansøku.
Men Jakku Guttesen staðfestir, at hetta er ein stór misskiljing, tí tá ið Róðrarsambandið kannaði Páll Fanga á Vestanstevnu, var ongin listi av hesum slagi í bátinum.
- Sosatt hava vit ikki góðkent Páll Fanga við umrøddu listunum, sigur kappingarleiðarin.
Hann leggur dent á, at tað er so heilt avgjørt ikki lógligt at smíða, skrúva ella festa nakað sum helst á bekkirnar í einum kappróðrarbáti.
- Talan skal vera um ein beran bekk ímillum fimm og sjey tummar breiður og tað er sostatt ikki loyvt at seta ein lista á bekkirnar, sum hjálpir rógvarunum at draga seg upp, tá ið teir taka bekktøk, sigur Jakku Guttesen.
Les eisini greinina: Páll Fangi kann missa føroyameistaraheiti, umframt greinina: Kraftigari tøk umborð á Páll Fanga og Greinina: Páll fangi viðgongur lógarbrot