Norska stjórnin hevur í fíggjarlógini fyri næsta ár mett, at íløgurnar í oljuvinnuni verða 70 milliardir krónur, men nú sigur felagið hjá tøknifyritøkunum, at talið verður neyvan meiri enn helvtin av metingini hjá stjórnini.
Formaðurin í felagnum, Knut Aaneland, sigur, at tey norsku oljufeløgini eru farin at vísa størri áhuga fyri oljuleiðum aðrastaðni enn í Noregi. Hetta hevur havt við sær, at íløgurnar hjá teimum norsku feløgunum uttanlands eru nú tríggjar ferðir størri enn tær íløgur, sum feløgini gera heima í Noregi.
Umleið 250.000 norðmenn hava sítt dagliga arbeiði í oljuvinnuni ella hjá fyritøkum, sum eru knýttar at oljuvinnuni. Í seinastuni eru umleið 3.000 fólk uppsøgd ella hava fingið at vita, at tey kunnu vænta sær uppsagnarbræv, og umleið helmingurin av teimum norsku oljupallunum liggja við bryggju ella eru í vinnu uttanlands.
- Teir veruligu trupulleik-arnir í vinnuni kunnu koma, áðrenn vit vita av, sigur Knut Aaneland.
Norski olju- og orkumálaráðharrin, Einar Steensnæs, heldur ikki, at tað ber til at tosa um eina kreppu í oljuvinnuni, men hann viðgongur, at orsøk er til at stúra.










