Nógv túsund fólk eru rýmd úr Rom í dag, tí tey stúra fyri, at ein ógvusligur jarðskjálvti skal raka italska høvuðsstaðin í dag. Hesin óttin stavar frá einum spádómi hjá jarðfrøðinginum Raffaele Bendandi, sum doyði í 1979. Hann skal hava sagt, at ein harður jarðskjálvti skuldi raka Rom tann 11. mai í 2011.
Sambært spámanninum skuldi skjálvtin leggja býin í oyði.
Bæði útvarp og sjónvarp hava mælt fólki frá at fara úr Rom, og jarðfrøðingar hava sagt, at spádómurin hjá Bendandi er als ikki eftirfarandi. Kortini hava bilrøðirnar uttan fyri býin verið langar allan dag, tí nógv tora ikki annað enn at trúgva gamla jarðfrøðinginum. Ein spurnarkanning fyri nøkrum døgum síðani vísti, at 18 prosent av teimum almennu starvsfólkunum í Rom ætlaðu sær ikki til arbeiðis í dag.










