Amerikanskir jarðfrøðingar siga seg stúra fyri, at gosfjallið Mauna Loa á Hawaii-oyggjunum fer at goysa um stutta tíð.
Mauna Loa er heimsins størsta gosfjall. Tað eru 20 ár, síðani gosfjallið goysti seinasta, men jarðfrøðingar, sum halda eygað við fjallinum, siga, at í seinastuni er virksemið í fjallinum økt nógv, og tí vænta teir eitt gos um stutta tíð. Ein av jarðfrøðingunum, Paul Okubo, sigur við sjónvarpið CNN, at gosið nærkast fyri hvønn dag, sum fer. Hann sigur, at teir báðar seinastu mánaðarnar hava umleið 350 smáir jarðskjálvtar verið við Mauna Loa, og at hetta er nógv meiri enn vanligt.
Undir gosinum í 1984 hótti Mauna Loa við at leggja býin Hilo undir, og tí hava myndugleikarnir gjørt ein verjugarð, sum skal verja býin.