Samgongan ørkymlar fólk og fær tey at stúra fyri framtíðini.
Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, sum í løtuni hevur sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, sum eisini er í samgongu.
Og í Løgtinginum hevur hon gjørdi greitt, at hon tekur ikki undir við skattapolitikkinum hjá sínum egna flokki og hjá samgonguni annars.
Hon tekur ikki undir við, at pensjónir verða skattaðar við inngjald.
- Tankin at skatta pensjónir við inngjald, er ikki nýggjur, men næstan øll lond í heiminum hava slept tankanum.
- Danmark og onnur land hava umhugsað tað sama, men hava slept ætlanunum, tí tey hava ikki álit á, hvat framtíðarpolitikarar fara at gera í hesum sambandi.
Hon sigur, at hon hevur ikki hoyrt nakað gott um nýggju skattaskipanina.
Tvørtur ímóti hevur hon hoyrt nógv frá fólki, sum eru ørkymlað og sum stúra fyri framtíðini.
Hon tekur undir við, at lønarskatturin verður lækkaður.
Hon heldur, at ein skattaskipan eigur ikki at verða broytt uttan eitt nágreiniligt útgreiningararbeiði og tað varð ikki gjørt í hesum føri, tí at kalla ongar kanningar ella útgreningar vórðu gjørdar.
- Skattaviðurskifti eru fløkt og tí er tað undarligt, at tað skuldi skundast so ígjøgnum Løgtingið, sum tað bleiv í
hesum føri, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon hevur als onki álit á, at flatskatturin fer at elva til, at fólk fara at arbeiða meir, tí arbeiðsloysið veksur og tað er onki arbeiði at fáa hjá teimum flestu.