Stúra fyri eldgosi í Meksiko

Myndugleikarnir í Meksiko bera ótta fyri, at landsins størsta gosfjall, tað næstan 5.500 metrar høga Popocatépetl, skal fara at goysa av álvara, eftir at tað hevur sent øsku upp í loft teir seinastu dagarnar.

Ovastin fyri meksikanska vanlukkustovninum Cenapred, Roberto Qass, sigur við fjølmiðlarnar, at gosmynja rennur oman eftir eystursíðuni á fjallinum, men at tað er vónleyst at siga, um hetta skal takast sum ein ávaring um, at eitt veruligt gos er á veg.

Meksikanski forsetin, Filipe Calderón, hevur biðið fólk, sum búgva nærhendis Popocatépetl, vera til reiðar at fara heiman.