Arbeiðsloysisskipanin
Skal politiski myndugleikin taka valdið í ALS, er stórur vandi fyri, at peningurin hjá ALS fer at verða brúktur til onnur endamál, enn tey arbeiðsleysu.
Tað stúra summir tingmenn fyri.
Ein av teimum, sum stúrdi fyri hesum, var Kristian Magnussen, formaður javnaðarfloksins á tingi.
Yvirhøvur eru tinglimir so ivasamir um ætlanina at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og leggja hana undir politisku skipanini, at tað er nógv, sum talar fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa sín vilja og sleppa at varðveita skipanina í frið.
Annars viðgerð løgtingið í løtuni eitt uppskot, har tað ber í sær, at inngjaldið til ALS skal metast sum ein skattur og eigur at verða tikin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og lagdur á fíggjarlógina.
Kortini verður lagt afturat, at vil Løgtingið, ber tað til at gera serskilda lóg fyri ALS, so at partarnir á arbeiðsmarknaðinum slepp at varðveita hana, soleiðis sum teir hava kravt.
Og tað vísir seg, at politikarar úr øllum flokkurum eru opnir fyri, at partarnir á Arbeiðsmarknaðinum varðveita ALS í frið.
Og hjá summum var tað ein treyt
Greiðastir í sínum útsøgnum, var Kristian Magnussen í javnaðarflokkinum.
Hann helt, at verða ALS og aðrir grunnar, eitt nú barsilsskipanin og sjúkrakassarnir, tikin inn á figgjarlógina er stórur vandi fyri, at tá peningur manglar til okkurt endamál, so verður peningurin tikin til tey endamálini
Hann helt, at tað bar brá av maktnýtslu, tá ið ætlanin nú er at leggja ALS á fíggjarlógina, tí áður hevur meirilutin av einum løgfrøðingabólki staðfest, at ALS kann varðveitast, sum tað er.
-Kortini er ætlanin at gjøgnumtrumfa, at ALS skal á fíggjarlógina.
Hann helt, at Løgtingið skal taka neyðug atlit til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum føla, at teir eiga ALS
- Vit sleppa ikki sleppa ikki undan, at ALS hevur eina serliga støðu í føroyska samfelagnum og tað skulu vit fyrihalda okkum til.
Hesum var javnaðarmaðurin, Vilhelm Johannesen, púra samdur í.
Og tað er John Johannessen, tingmaður javnaðarfloksins, somuleiðis.
Hann helt, at tað var í stríð við politiska viljan, at taka ALS frá pørtunum á Arbeiðsmarknaðinum
Hann átalaði eisini, at málið hevur ikki verið til hoyringar hjá nøkrum, hvørki politisku flokkunum ella nøkrum øðrum.
Hevði tað komi til hoyringar, hevði javnaðarflokkurin greitt afturvíst ætlanini at leggja ALS á fíggjarlógina, segði hann.
Lisbeth Petersen úr sambandsflokkinum, helt, at løgtingið má gera greiðar reglar fyri, , hvat er skattur og ikki.
Altjóða lýsingin av hugtakinum skattur, er, at tað eru øll gjøld, sum verða kravd, uttan at beinleiðis mótveiting verður latin afturfyri. Sjálv helt hon ikki, at ALS er skattur.
Men vil løgtingið tað, ber til, at gera reglar fyri at ALS skal vera uttanfyri politisku skipanina
Kaj Leo Johannesen úr sambandsflokkinum staðfesti, at ætlanin er ikki at ognartaka ALS, men tað er neyðugt at semjast um, hvat er skattur ella ikki og tað skal gerast, uttan at gera seg inn á tær skipanir, sum eru á arbeiðsmarknaðinum
Annfinn Kallsberg úr fólkaflokkinum, segði, at ongin í Løgtinginum vil ognartaka ALS og hann helt, at ALS skal varðveitast sum ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum vara av.
Men hann helt, at Løgtingið hevur skyldu at útgreina, hvat er skattur ella ikki, so at ongin ivi er.
Jenis av Rana úr miðflokkinum helt at ongin orsøk er til at leggja ALS undir fíggjarlógina og Johan Dahl úr sambandsflokkinum segði, at tað er umráðandi at finna eina skipan, sum allir partar eru nøgdir við og Kári P. Højgard úr sjálvstýrisflokkinum, tekur eisini undir við, At ALS verður varðveitt uttanfyri politisku skipanina.
Høgni Hoydal úr tjóðveldisflokkinum, helt, at politikarar eiga at gera seg greitt, hvat vit vilja og so laga lóggávu og hugtøk eftir tí.
Páll á Reynatúgvu ivaðist ikki í, at nevndin, sum fer at viðgerða uppskotið víðari, hevur virðing fyri arbeiðsmarknaðin og kann koma við einum úrsliti, sum viðurkennur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ein sjálvstøðugur partur í føroyska samfelagnum.