Stúra fyri at hetta fer at avtofta útoyggjarnar

Góður postflutningur er ein grundleggjandi fortreyt fyri at fólk yvirhøvur kunnu búgva á útoyggj, men nú er tað í vanda.

 

Tað halda fleiri løgtingslimir bæði úr samgongu og andstøðu, og tí eru teir rættiliga ivingarsamir um ætlanina hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, at selja Posta. Posta er eitt alment partafelag, men nú hevur Poul Michelsen lagt uppskot fyri Løgtingið um at bjóða Posta út og at selja stovnin til hægstbjóðandi.

 

Í hesum sambandi skal Posta hava eina veitingarskyldu í 10 ár, og tá ið tey 10 árini. Men fleiri løgtingslimir stúra fyri, hvat skal henda tá ið hesi 10 árini eru farin.

 

Men tinglimir, bæði í samgongu og í andstøðu á, at skyldan at bera brøv og pakkar út, má tryggjast 100 prosent, ikki minst til útoyggjarnar.

 

Víst varð á, at tá ið Farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni vórðu einskildar, varð tað nógv dýrari at búgva á útoyggj. Men hinvegin varð eisini víst á, at tað sjálv fortreytin fyri at búgva á útoyggj, er at tey fáa brøv og pakkar, so full trygd má fáast fyri, at útberingin til útoyggjarnar verður varðveitt.

 

Hinvegin tekur Fólkaflokkurin fult undir við, at Posta verðu selt og tey halda enntá, at um 10 ár eru eingi brøv eftir at bera út, tí tá er alt brævasamskifti talgild. 

 

Harafturat gjørdu summir tinglimir í andstøðuni greitt, at tey fóru ikki at hjálpa samgonguni burtur úr hesi knípuni, so eydnast tað ikki Poul Michelsen at sannføra tey ivingarsomu tingfólkini í samgonguni um at taka undir við málinum, fellur tað, tí andstøðan fer ikki at bjarga tí.