Stúra fyri at óhapp fara at henda

Stúrt verður fyri ferðslutrygdini, tá ið Fróðskaparsetrið flytir oman í Sjóvinnuhúsið

– Hetta er ein trupulleiki vit taka í størsta álvara.

 

Tað sigur Bogi Andreasen, Formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið vildu býráðsliminir í minnilutanum hava meiri at vita um ætlanina at leigja Mentamálaráðnum ein part av Sjóvinnuhúsinum til Fróðskaparsetur.

 

Í hesum sambandi varð upplýst, at tað, vinnan sum er á Vestarubryggju, stúrir eina mest fyri, er ferðsluni, tá ið fleiri hundrað fólk hafturat fara at hava sína dagligu gongd á Vestarubryggju, nógv av teimum við bili.

 

Samstundis er nógv vinnulív á bryggjuni, eisini stórir bilar, tangabilar, bilar til og frá skipasmiðjuni, og bilar í sambandi við fiskvinnuna, sum er á bryggjuni.

 

– Hetta er tað, vinnan hugsar mest um, tí tey stúra fyri, at óhapp fara at henda.

 

Bogi Andreasen sigur, at hetta er ein spurningur, tey taka í størsta álvara og ein spurningur, sum verður umrøddur er at leggja dekk í ein part av stykkinum ímillum Bacalao og Mest og at gera eitt parkeringshús har

 

Annars upplýsti hann, at Mentamálaráðið skal leiga tríggjar hæddir í Sjóvinnuhúsinum, ella tilsamans 3900 fermetrar, og tá er saltsilan við. Leigumálið er 10 ár tí at tað almenna hevur ikki heimild at gera longri leigumál, segði hann.

 

Leigan er 4,4 milliónir krónur um árið, ella 1138 krónur fyri fermeturin, men so kemur ljós og varmi afturat.

 

Samstundis skal Mentamálaráðið standa fyri øllum útreiðslum fyri tær broytingar, tað er neyðugt at gera, tí Tórshavnar Havn brúkar ikki meiri pengar upp á Sjóvinnuhúsið.