Stórur spenningur er knýttur at fólkaatkvøðuni um framtíðar støðu Bretlands í ES, ið verður um tríggjar vikur. Mótstøðufólk av ES vóna, at eitt Brexit fer at slóða fyri, at onnur lond gera tað sama, og sambært nýggjastu veljarakanningini hjá bretska stovninum YouGov, so er tað júst tað, ið borgarar í seks evropeiskum londum vænta. Tað vísir veljarakanningin, ið YouGov hevur gjørt í sjey evropeiskum londum.
Í seks av teimum sjey londunum er ein meiriluti av persónum, ið metti, at Brexit vil eggja øðrum londum av fylgja sama leisti.
Serliga í Skandinavia verður stúrt fyri avleiðingunum av fólkaatkvøðuni um tríggjar vikur. Í Svøríki vænta 69 prosent av teimum spurdu, at onnur lond mest sannlíkt rýma úr ES-samstarvinum um bretar gera tað, meðan 66 prosent av dønum og 57 prosent av norðmonnum vænta tað sama.
Í tveimum av teimum stóru ES-londunum, Frakland og Týskland, eru tað ávikavist 55 og 54 prosent, ið stúra fyri, at onnur lond fylgja Bretland úr ES, meðan tað einans eru 51 prosent av bretum, ið meta at tað verður úrslitið.










