Stóra finalan í kvøld

Í grikska høvuðsstaðnum Athen verður nú av álvara gjørt klárt til finaluna í Champions League. Altjóða leikvøllurin í stórbýnum verður í kvøld karmur um finaluna, sum er ein endurtøka av finaluni í 2005, nevniliga millum AC Milan og Liverpool. Fyri tveimum árum síðani vann Liverpool finaluna eftir brotssparkskapping, hóast teir eitt skifti í dystinum vóru aftanfyri 3-0. Ikki minni spennandi væntast tað at gerast í kvøld.

Hjá AC Milan valdast ivi, um Paolo Maldini gerst klárur til dystin. Allir hinir eru tó klárir til dystin. Hjá Liverpool er ikki eins væl vorðið, tó so at vanligu lyklaleikararnir allir eru tøkir. Luis Garcia og Fabio Aurelio vera ikki við, meðan Sissoko og Zenden eru ivasamir til dystin.

 

Dysturin byrjar kl.19.45, og verður leiddur av 42 ára gamla týska dómaranum, Herbert Fandel.