FÓTBÓLTUR
Tað eru tveir av risunum í føroyskum fótbólti, sum sunnudagin mugu leggja rygg til tað, ið helst líkist ársins botnbraki í Vodafonedeildini. B36, sum tekur ímóti, hevur millum ár og dag vunnið átta meistaraheiti, meðan vitjandi KÍ hevur vunnið meistaraheitið heilar 17 ferðir.
Hesi hagtølini eru tó fortíð, tí dagførdi gerandisdagurin í 2009 er tann, at bæði B36 og KÍ eru sera langt frá nøkrum, ið bara minnir um eitt meistaraheiti. Tvørturímóti hava bæði knívin á barkanum, og við einum stigi og niðurflytingarstrikuni ímillum sín, stríðast tey av øllum alvi fyri at sleppa undan 1. deildarfótbólti næsta ár.
Hóast 21 stig framvegis eru eftir at spæla um, hevur hvørki liðið ráð til at tapa henda dystin, sum tí kann væntast at gerast eitt satt brak, hóast hann er millum tvey tey vánaligastu í ár. Sum støðan er í løtuni, kappast tey um at skula flyta niður saman við 07 Vestur, men framvegis er ein møguleiki eisini, at bæði B36 og KÍ flyta niður, meðan 07 Vestur yvirlivir.
Karantenur í KÍ
Venjararnir hjá B36 hava stórt sæð óavmarkaðar møguleikar at blanda kortini sunnudagin, tí allir mans eru tøkir uttan ein. Tað er Poul Arni Jacobsen, sum var ivasamur undan ÍF-dystinum, har hann eisini bara helt ein hálvleik, áðrenn hann noyddist út við skaða. Helst verður hann uttanfyri nakrar dystir.
Hjá KÍ er eitt sindur verri vorðið, tí har eru ikki færri enn tríggjar karantenur. Bæði Steffan Kalsø og John Hammer fingu sítt fimta gula kort í dystinum ímóti Víkingi, tá eisini Høgni Madsen at enda mátti fara av vøllinum, tí hann fekk tvey gul kort. Harumframt eru bæði Rudolf Eliasen og Jan Andreasen ivasamir, men lítið man vera at ivast í, at brúk verður fyri teimum, melda teir seg klárar.









