Rósa Samuelsen
----------------
Tað er ein sannroynd, at stórar avbjóðingar eru fyri framman. Fíggjarlógin hevur stórt hall, so komandi árini verður stórt trýst á almannaøkið, og tað verður okkara avbjóðing at fáa varðveitt sama støði í vælferðartænastum og veitingum fyri sama tilfeingi.
Tí verður meira neyðugt enn nakrantíð at fáa sum mest fyri hvørja krónu. Til tess skulu gerast bygnaðarbroytingar, sum hava til endamáls at gera skipanirnar so einfaldar og skynsamar sum yvirhøvur gjørligt.
Stóra avbjóðingin fyri framman er at samskipa og samanlegga skipanir, at endurskoða allar skipanir fyri at forða fyri dupult funktiónum, og fáa í lag samstarv millum skipanir, stovnar og ráð soleiðis, at vit fáa gagnnýtt starvsfólkatilfeingið sum best.
Samskipa eldrarøktina
Eldraøkið í síni heild ber brá av ógreiðum regluverki og torskildum ábyrgdarbýti. Tað er ymiskt, hvørjar tænastur fólk fáa, um tað er sjálvsognarstovnur, sambýli ella ellis- og røktarheim, ja, sjálvt millum røktarheimini, sum landið varðar av, er ymiskt hvørja tænastu íbúgvarin fær. So tað er alneyðugt at fáa greitt fløkjurnar innan eldraøkið.
Eldrarøktin verður samskipað (integrerað) í teim 6 økinum og verður løgd undir avvarðandi økisleiðara. Øll heimarøkt, heimasjúkrarøkt, økisterapi, vard dagtilhald og mattænasta verður skipað frá heimunum, eftir sama leisti sum á Sandoynni. Tað verður visitatión og ein upptøkunevnd í hvørjum øki, ið er mannað við umboðum fyri kommunur og land. Hetta skuldi so eisini gjørt, at tey, sum búgva heima fáa eina betri og skjótari tænastu.
Mítt ynski er at øll – uttan mun til um tú býrt á røktarheimi ella sambýli - frameftir skulu hava fulla pensjón. Tí skal eisini kannast, hvat kostnaðurin er at javnseta búfólk á røktarheimum og sambýlum.
Í ætlaðu samskipanini av eldrarøktini verður hædd tikin fyri einari møguligari broyting í kommunubygnaðinum, so tey 6 økini skjótt kunnu tillagast talið av kommunueindum, ið semja verður um.
Somuleiðis eru broytingar ávegis á tænastuøkinum fyri fólk við serligum tørvi. Uttan at fara í smálutir kann eg siga, at tænasturnar verða skipaðar og samskipaðar betri soleiðis, at tænastan til borgaran kann styrkjast og betrast við verandi tilfeingi.
Ætlanin er at styrkja útgreiningina og upptøku av brúkarum fyri at tryggja gjøgnumskygni í skipanini. Við ætlaðu broytingunum verður meira sjónligt hjá brúkara og avvarðandi, hvørja tænastu og tilboð tú kanst fáa - og ikki minst hví. Umskipanin og samskipanin av tænastunum hava til endamáls at gera skipanina betri, uttan at menningin og tænastan til einstaka brúkaran verður sett í vanda.
Ein annar týðandi lutur í bygnaðarbroytingunum er at fáa styrkt visiteringina. Skipast skal ein upptøkunevnd mannað av avvarðandi pørtum.
Vera heima sum longst
Tað er mín greiða fatan, at tey allarflestu ynskja at vera heima sum longst. Tí arbeiða vit miðvíst fyri, at fólk kunnu vera heima sum longst. Eitt nú fara vit at styrkja og útbyggja fyribyrgjandi tænastuveitingar á eldraøkinum soleiðis, at eldri borgarar kunnu vera sum longst í egnum heimi. Í hesum sambandi eru vit farin undir fyrireikingar til at skipa eina endurvenjingareind, sum í samstarvi við heilsuverkið skal viðvirka til, at borgarar fáa endurvenjing í heiminum.
Somuleiðis eri eg farin undir eina tilgongd, ið skal útbyggja skipanina við teim vardu dagtilhaldunum, sum m.a. virka í høvuðsstaðarøkinum í dag.
Tá hesi átøk eru framd saman við ætlaðu samskipanini av eldraøkinum, skuldi meira orka verið frígivin í røktini, soleiðis at enn fleiri brúkarar kunnu fáa ágóðan av teimum tænastum, sum tað almenna veitir.
Børn og ung
Fleiri neyðugar broytingar hava verið gjørdar á barna- og ungdómsøkinum seinastu tíðina. Tá umfatandi broytingar verða gjørdar inni á einum øki, kann ikki umgangast at nakað av órógvi er.
Lut fyri lut kunnu broytingarnar tykjast ógvusligar, men eru tær liður í eini heildarætlan, sum hevur tað mál, at vit fáa skipað nøktandi umstøður og tilboð her heima, soleiðis at vit framyvir ikki verða noydd at senda børn av landinum.
Ein arbeiðsbólkur fer á grækarismessu at leggja fram álit um, hvussu tilboð og skipanir til børn, ung og familjur við serligum tørvi, kunnu skipast á mest skynsama hátt í framtíðini. Við støði í verandi støðu fer arbeiðsbólkurin at handa mær nøkur fakliga væl grundað tilmæli um, hvussu vit eiga at skipa økið Børn og ung.
Nøkur fruktargóð átøk er longu framd. Nýggi Familjudepilin arbeiðir við at uppbyggja eitt smidligt tvørfakligt toymi av starvsfólkum við førleika innan sosial-, náms- heilsu- og sálarfrøði, sum skal veita tilboð og viðgerðir av ymiskum slagi til børn, ung og familjur sum eru knýtt at økinum.
Familjudepilin skal eisini tryggja, at tilboð og viðgerðir á stovnunum eru av slíkum slag, at børn og ung ikki verða ov leingi á stovni. Eftir at børn og ung eru komin heimaftur til familjuna skulu tey framvegis kunna fáa stuðul og ráðgeving. Eisini skipanin til stuðul og umlætting til børn við breki skal gerast smidligari til gagn fyri familjuna.
Umframt hetta skal frágreiðing um í hvønn mun barnaverndarlógin hevur virkað eftir ætlan, leggjast fyri Løgtingið, í seinasta lagi í januar 2011. Somuleiðis skal eisini stovnsetast Barna- og ungdómsráð frá 1. januar 2011
Bústaðamál
Í samstarvi við Fíggjarmálaráðið, verður nú farið at arbeiða við at loysa fíggingarspurningin í samband við lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi, soleiðis at tað reelt skal bera seg fíggjarliga at útvega sær eina íbúð.
Pensjónsnýskipan
Sambært uppskot til avtala um pensjónsnýskipan, sum allir flokkar á tingi eru partar av, er endamálið við pensjónsnýskipanini, at vit fáa eina haldføra burðardygga skipan, ið tryggjar pensjónistum ein góðan aldurdóm. Neyðugt er, at allir pensjónistar fáa eina gjølla frágreiðing um broytingina og verður kunnandi tilfarð sent út til allar fólkapensjónistar.
Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein livikorskanning fyri pensjónistar í Føroyum. ?Í kanningini verður dentur lagdur á at fáa svar uppá, hvussu fólkapensjónistar sjálvir meta um sína støðu. Hava tey eitt trygt og gott lív. Hvussu klára tey seg fíggjarliga. Hvat eru tey nøgd við, hvat kundu tey hugsað sær øðrvísi, eitt nú bústaðar- og ferðsluviðurskifti. Fáa tey neyðuga hjálp, um tørvur er á tí? Hava tey upplivað, at livifóturin versnaði, tá ið tey fóru av arbeiðsmarknaðinum, og um ja, hvat hava tey tá valt at spara uppá.
Forsorgarlógin
Arbeiðið at endurskoða forsorgarlógina er skipað í trimum stigum. Komið er á mál við fyrsta partinum, sum viðvíkur hjálparráð. Fyrsta stigið fær gildið frá 1. apríl. Næsta stigið, sum verður farið undir, er rúmligi arbeiðsmarknaðurin. Væntandi verður hesin parturin lagdur fyri tingið í komandi tingsetu.