Býráðsval
Býráðsvalið á Tvøroyri verður meiri spennandi hesuferð, enn tað hevur verið leingi. Javnaðarflokkurin hevur havt trý umboð í býráðnum av teimum sjey, sum hava verið. Men ongin dylir fyri, at teir hava sett nøsina upp ímóti at fáa fjórða mannin hesuferð og sostatt meirilutan einsamallur.
Jokarin í hesum royndunum er Kristin Michelsen, sum akkurát er komin upp í javnaðarflokkin og sum fekk nógvar atkvøður seinast.
Men tað dylist heldur ikki, at tað hevur verið eitt sera umstrítt floksskiftið, tá ið Kristin Michelsen kom uppí javnaðarflokkin, tí hann er kendur tjóðveldismaður og tað eru eisini tey, sum stúra fyri, at hetta kann koma at geva baksláttur, at hann nú knappliga er at finna í javnaðarflokkinum.
Hinvegin hevur sambandsflokkurin sett øll segl til fyri at fáa tvey umboð í býráðið hesuferð. Jaspur Vang hevði eitt sera gott løgtingsval, har hann enntá varð varamaður hjá Johan Dahl í løgtinginum og sambandsmenn vóna, at hendan effektin fer at verða munurin á býráðsvalinum í dag. Hinvegin er Finnleif Guttesen býráðslimur og hann hevur eisini verið borgarstjóri í tvey ár.
Á uttanflokkalistanum verður mett, at Bergur Bærendsen og Dan Nielsen hava góðan møguleika at verða afturvaldir, men eisini Karolina Enni, kann vísa seg at verða drúgv.
Í hesum valskeiðnum hevur uttanflokkalistin sitið í andstøðu og tað er ikki ein leiklutur, sum hevur hóva teimum serliga væl, tí teir føla at teir hava fingið ov lítla ávirkan á tað, sum fyriferst í býráðnum.
Tí eru tað eisini fleiri røddir frammi um at í næsta valskeiði skal býráðið helst koma burturfrá gamla mynstrinum við meiriluta og minniluta. Ístaðin skulu allir flokkar við í eina samgongu.
Men spurningurin er, hvussu verður, tá ið avtornar, serliga tá ið borgmeistari skal veljast. Tá ið hendan samgongan varð skipað, var tað ein stórur knútur at loysa og tað endaði við, at Finnleif Guttesen og Kristin Michelsen býttu valskeiðið ímillum sín.
Tað er ringt at fáa nakrar ábendingar um, hvørjir evni eru til borgarstjóran. Fær javnaðarflokkurin borgarstjóran, kann tað verða Kristin Michelsen. Men hinvegin er heldur ongin ivi um, at tað fer at smakka nógvum javnaðarvejarum illa at velja hann til borgarstjóra, nýkomin í javnaðarflokkin.
Eitt annað gott boð er so Pauli Einarsson, sum er gamal í garði í javnaðarflokkinum. Sverri Midjord liggur altíð framvið, men hann er farin um tey sjeyti og spurningurin er um javnaðarflokkurin ikki heldur velur ein borgarstjóra við framtíðini fyri sær.
Tað skilst eisini, at heldur ikki sambandsflokkurin hevur nakað greitt borgarstjóra evni frammanundan. Har verður tað helst avgerandi, hvør fær flestar atkvøður.
Men sambandsflokkurin kann skjótt koma í eina lyklastøðu, tí fær javnaðarflokkurin tríggjar mans, kann sambandsflokkurin gerast tungan á vágskálini og tað er uttan iva ein leiklutur, sum teir fara at gera fulla nyttu av.
Hinvegin verður ikki mett serliga sannlíkt, at samgongulistin fær býráðsformannin. Men Eisini samgongulistin kann gerast tungan á vágskálini, fær javnaðarflokkurin bara tríggjar mans í býráðið, so tað kann væl henda, at borgarstjórin verður ein spurningur um, hvør dugir at spæla síni kort best, samgongulistin ella sambandslistin.
Um tað er alt tað taktiska spælið ella nervar, sum eru orsøkin, skal vera ósagt, men ein sannroynd er tað, at valstríðið á Tvøroyri hevur verið merkiliga deydligt.









