Stór virði fara fyri skeyti

Tað er ongin loyna, at móttøkuorkan á landi at taka ímóti stóra uppsjóvartilfeinginum er løtuni sera avmarkað.

 

 Bíðitíðin eftir at sleppa framat at avreiða er, sum skilst, upp til eina viku.

 

 Tað fara stór virði fyri skeytið av hesum. Dygdin á fiskinum verður nógv verri enn hon átti at verið. Nógv minni partur verður avreiddur til matna. Skip lata vera við at fiska, tí tað lønar seg ikki og tey sleppa ikki av við fiskin.

 Onnur liggja tískil á feltinum og halda aftur við at kasta, ímeðan tey bíða eftir tørni at avreiða.

 

 Loyvini sum eru útskrivað fyri 2017 geva ikki loyvi at flyta kvotu yvirum ár. Grundgevingin er at øll loyvir ganga út 31. des 2017. Tí vilja reiðaríðini, manningarnar, arbeiðsfólk á landið og samfelagið missa stór virði.

 

 Skipini vera tí tvingað til at fiska nærum olympist. Tað er hóast alt betur at frá 1 kr/kg enn 0kr/kg.

 

 Fyri at tryggja, at virðini ikki áhaldandi fara fyri skeytið, má landstýrismaðurin td., loyva at flyta fittan part av kvotunum yvirum til næsta ár.

 

 Bjarni Hammer