Stór veitsla í Føroyahúsinum leygarkvøldið

Leygarkvøldið verður suðuroyarveitsla í Føroyahúsinum við borðhaldi, undirhaldi og dansi. Øll eru vælkomin til kvøldið, har Blanding úr Suðuroynni spælir við Guðruni S. Jacobsen sum gestasangara og Birgir Enni er kokkur.

Leygarkvøldið er stór veitsla og dansur aftaná í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Manningin á Tvørabátinumskipar fyri, eins og gjørt var til líknandi veitslu í 2003. Tá var Torgerð Suðuroy Toastmastari. Hesaferð er tað Hans í Líðini, men møguliga berst honum frá, og verður tað tá Rasmus Magnussen.
Birgir Enni, sum júst hevur verið í Brússel og kokkast, stendur fyri matgerðini. Bólkurin Blanding úr Suðuroyni spælir; Knút Nielsen, ljómborð, Jonhild A. Nielsen, sang, Dagfinn Olsen, guitar, bass, kór, Hjalmar Magnussen, guitar, sang og kór, Neil Joensen, guitar og kór. Og væntandi verður Guðrun S. Jacobsen við sum gestasangari.
Jóannes Eidesgaard løgmaður og frú taka lut og løgmaður heldur røðu.
Dagin eftir er fernisernig, har hálvi suðuroyingurin Erik Hagmann sýnir landslagsmyndir úr Suðuroynni. Palle Jacobsen sýnir fram stórar fotomyndir úr Suðuroynni.
Øll eru vælkomin til veitslu og dans.Til ber at koma til dansin aftaná veitsluna fyri 80 krónur.