Stór vatnflóð í USA

Mississippi-áin í USA veksur støðugt, og í statinum Mississippi hevur áin ikki verið so stór síðani tær stóru vatnflóðirnar í 1927 og 1937. Í býunum Vicksburg og Natchez, sum eru tætt við markið til Louisiana, er áin størri enn nakrantíð fyrr, og veðurmenninir siga, at hon verður uppaftur størri um vikuskiftið.

Í Vicksburg er vatnstøðan góðar 17 metrar oman fyri tað vanliga, og tað er meiri enn í teirri tiltiknu vatnflóðini í 1927. Í Natchez er vatnið næstan 19 metrar oman fyri tað vanliga, og tað er ein metur meiri enn í vatnflóðini í 1937.