Handlarnir, sum verða við á mótasýningini, eru: Deres, Fríðkan, Skálkur, Flykran, Hanus & Jansu, Vero Moda og Klivin.
Tað er aftur í ár Barbara í Gongini, sum leggur mótasýningina til rættis, sigur Rógvi Róin, sum er marknaðarleiðari í SMS.
? Fyrireikingarnar av mótasýningini hava verið í umleið ein mánað, og mótasýningin í ár verður enn betur enn tær undanfarnu. Uppaftur meir orka og tíð er løgd í tiltakið hesaferð, sigur Rógvi Róin.
Hann sigur víðari, at mótasýningin verður á einum slíkum støði, sum sjáldan er at síggja her heima hjá okkum.
? Alt er lagt til rættis og vant frammanundan. Øll vita nær og hvussu tey skulu ganga. Tónleikurin er valdur júst til ávísa handilin, ávísu klæðini og ávísa persónin, og tað er nakað, sum vit ikki eru von við, sigur hann.
Politikkurin hjá SMS, tá tað kemur til mótasýningar, er tann, at skal slík fyriskipast, so skal hon gerast 100%. Og fyrireikarnari lova, at so verður.
? So vit gleða okkum til at síggja nógv fólk í SMS í annaðkvøld kl.
20.00 til ársins stórstu og bestu mótasýning. Tiltakið er ókeypis og varir
í umleið hálvan tíma, sigur Rógvi Róin
Mótasýning til børn og ung leygardagin
Leygardagin 31. mars kl. 12.30 hava Schan og Bindibúðin sína egnu mótasýning á Torginum. Orsøkin til, at hesir báðir handlarnir ikki eru við í stóru mótasýningini mikukvøldið er, at tann sýningini er ikki serliga væl egnað til tær vørur og úrval, sum hesir báðir handlarnir selja. Og harvið fáa hesir báðir handlarnir nógv meir burturúr at hava sýningina leygardagin.
Klæðini, hesir báðir handlarnir sýna fram, eru klæðir til yngra ættarliðið. Schan sýnir fram mótaklæðir til smábørn og hálvvaksin, meðan Bindibúðin sýnir fram nýggjastu bundnu klæðini til børn og ung. Mótasýningin leygardagin er eisini ókeypis.