Hann váttar fyri Portalinum, at tað eru hald í tíðindunum um, at Bryan Adams helst kemur á konsertferð til Føroya seinni í ár.
Tað er Jákup í Stórustovu, sum er við at leggja síðstu hond á hesa avtaluna. Jákup kenna vit best sum fótbóltsumboðsmann, men nú roynir hann at fáa heimsstjørnuna Bryan Adams til Føroya.
? Tað er rætt, at vit eru í forhandlingum. Men enn er alt ikki komið upp á pláss, hóast tað bert vanta nøkur fá ting, sigur Jákuup í Stórustovu.
Hann sigur, at talan verður um eina stóra uttandurakonsert, men dato og stað er ikki fastlagt enn.
? Tit frætta nærri í Sosialinum seinni í vikuni, sigur hann.