Stór uppgáva hjá Eyðuni og Andriasi leygardagin

Leygardagin klokkan 18 fer altjóða føroyska hondbóltsdómaraparið í gongd við sína higartil størstu avbjóðing Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen hava fingið nógv góð orð noteraði hjá tí europeiska hondbóltssambandinum, og tað hevur ført við sær, at tað føroyska dómaraparið fær alsamt størri og áhugaverdari uppgávur.

 

Í morgin fara Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen til Týsklands, har teir skulu døma eina áttandapartsfinalu millum týska liðið, Lemgo og turkiska liðið, Besiktas. Talan er um ein dyst í EHF-cup. Lemgo er verandi EHF-meistari, og longu nú eru yvir 4.500 atgongumerki seld til dystin. Tað er pláss fyri 5.600 áskoðarum í høllini hjá Lemgo.

 

- EHF Cup er ein kapping fyri tey liðini, sum eru beint uttanfyri Champions League, so tá talan er um áttandapartsfinalur, so eru bara sterk lið eftir í kappingini, so vit kunnu vænta at koma í eitt ódnarveður sigur Eyðun Samuelsen við Rás2.

 

Eyðun Samuelsen sigur, at fyri hann og Andrias er talan um eina stóra viðurkenning, tí um hugt verður eftir hvørji onnur dómarapør eru sett til at døma áttandapartsfinalurnar, so er bara talan um elitina innan døming í europeiskum hondbólti. - Hetta er ógvuliga spennandi, og gera vit ein góðan figur, so bíðar kanska enn ein spennandi uppgáva fyri framman, sigur Eyðun Samuelsen við Rás2.

 

Dysturin millum Lemgo og Besiktas leygardagin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.