Ársins stóri kórfestivalur í Norðurlandahúsinum dýra biðidag gekk av tí allarbesta. Heili 11 kór úr øllum landinum høvdu teknað luttøku á festivalinum, ið eisini varð skipaður sum ein kapping millum kórini, eins og eitt stórt felagskór setti eitt stórsligið og virðiligt punktum fyri Kórsfestivalin 2016.
- Í mong ár hava vit skipað fyri kórstevnum, sum hava verið hildnar yvir tveir til tríggjar dagar, men í fjør valdu vit at broyta tiltakið og fara yvir til at halda tiltakið í ein dag. Orsøkin er, at undirtøkan seinnu árini hevur verið minkandi. Samstundis broytti størsta tiltak føroyskum kórsangi at frama navn frá “stevnu” til “festival”, sum er meira í tráð við tíðarrákið.
Kórsambandi Føroya og umboð fyri kórini í Havn vísa á, at broytingin í fjør hepnaðis so mikið væl, at nevndin gjørdi av at halda fram við kórfestivalinum í ár, og aftur avmarka hann til tann eina dagin. Avgerðin hevur víst seg at verið røtt, eftirsum luttøkan í ár var upp aftur betri enn í fjør, tá átta kór luttøku. Í ár vóru kórini 11 í tali. Eisini vaks luttøkan í felagskórinum frá umleið 100 heilt upp í 180 sangarar.
- Eins og í fjør var Kórfestivalurin 2016 skipaður sum ein kapping, har tað í ár vórðu latnar tvær virðislønir. Fyrsta virðisløn fyri bestu framførslu, har hugsað varð hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk. Eins og í fjør fór hendan virðislønin til Kamarkórið úr Havn, sum í dag fór til Írlands at luttaka í eini sangkapping.
Onnur virðisløn varð latin fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni og uppstilling. Tað vil siga at vísa nakað, sum gjørdi framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Í fjør streyk Glymur í Havn avstað við hesum heiðri, og í ár varð virðislønin latin Tarira úr Havn.
Í dómsnevndini sótu Zacharias Sørensen, Ria Tórgarð og Jóan Pauli Joensen.
Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Tey 11 luttakandi kórini í ár vóru Havnarkórið, Tórshavnar Manskór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Vágakórið, Kristiliga Sangkórið, Tarira, Aurora Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Glymur.
- Leiðari fyri felagskórið var Tóra Vestergaard, sum er ættað úr Froðba, men býr í Danmark. Uppgávuna við felagskórinum greiddi hon framúr væl. Tóra hevur útbúgving í sangpedagogikki og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú leiðir hon føroyska Húsakórið í Keypmannahavn, siga Kórsambandi Føroya og umboð fyri kórini í Havn í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at kórfestivalurin 2016 varð fyriskipaður í tøttum samstarvi millum Kórsamband Føroya og umboð fyri kór í Havn. Tórður Mikkelsen var frásøgumaður í Norðurlandahúsinum, og tiltakið endaði við eini veitslu í B36-húsinum fyri luttakarunum.










