Stór undirtøka fyri fiskivinnustevnuni

Um fáar dagar fer North Atlantic Fish Fair 2005 av bakkastokki á triðja sinni, og seinastu fyrireikingarnar verða nú gjørdar

NAFF

North Atlantic Fish Fair er annaðhvørt ár, og okkurt er, sum bendir á, at hesi árini eru at meta við oyggjaleikaár í ítróttarheiminum. Eins og ítróttarfólkini leggja serliga nógv fyri tey árini, tá ið oyggjaleikir eru, so spenna føroyskar fyritøkur seg rættiliga út í løtuni.
Á FJM í Runavík, sum Tórshavnar Skipasmiðja nú eigur, hava teir kýtt seg seinastu dagarnar saman við næmingum frá Tekniska skúla, soleiðis at serliga avsaltarmaskinan hjá teimum skal verða tøk til stevnuna.
Ein hin mest vitjaði básurin á stevnuni seinast, mundi vera tann, sum megnaði at gera vaksnar menn til smádreingir, nevniliga básurin hjá SHELL. Har sluppu fólk at sita í Ferrari-bilinum hjá Schumacher.
Aftur hesaferð hevur Shell spent seg út og hevur fingið ein nýggjan Ferrari-bil at sýna fram, og harafturat verða serligar spælimaskinur, sum gera, at Schumacher kenslan verður enn veruligari.
Á Tórshavnar Skipasmiðju Skipasmiðjuni hava tey eisini kýtt seg seinast tíðina, so nýggju nýbygningarnir kundu vera klárir at sýna fram á stevnuni og vónandi tryggja nýggjar átekningar í bíleggingarbókina.
Fleiri viðurskifti gera, at møguleikarnar fyri at veksa enn meira um fiskivinnustevnuna eru avmarkaðir. Tí hava fyrireikararnir heldur lagt seg eftir at betra um dygdina á sjálvari framsýningini.
Høllin hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla, sum við sínum 5000 fermetrum, er tann størsta goymsluhøllin í Føroyum. At allir framsýnararnir nú vera undir sama taki, betrar munandi um dygdina á framsýningini.
At kunna gera brúk av eini so væl útgjørdari høll, betrar eisini í aðrar mátar um dygdina á stevnuni.
Høllin á Sandvíkarhjalla hevur nógvar fyrimunir. Ein týðandi fyrimunur er, at tað verður munandi einfaldari hjá útlendsku gestunum at gera nýtslu av hotell-kapasitetinum og øðrum hentleikum, sum eru í høvuðsstaðnum.