Næst størsti sjógvur í Jútlandi – Filsø – er raktur av álvarsligum ilttroti. Vistskipanin hevur verið fyri skrædli, og nógvir túsund fiskar, svarandi til umleið 80 tons, eru deyðir.
Eitt árarføri í endanum av juli hevur elvt til hesa umhvørvisvanlukku, har vatn frá landbúnaði er runnið út í sjógvin. Ilttrotið er avmarkað til Filsø Søndersø, sum er umleið 400 hektar stórur.
- Hetta er rættiliga ógvusligt, sigur lektarin í Ferskvandsbiologisk Laboratorium á Keypmannahavnar Universiteti, Theis Kragh.
In.fo kann vísa á, at ein hektari er 10.000 fermetrar, so her er talan um ein rættiliga stóran sjógv.
Sambært lektaranum, Theis Kragh, er orsøkin til syndarligu støðuna eitt samanfall millum turk, hita, stilli og síðan nógv regn, sum er atvoldin til umhvørvisvanlukkuna.
Tað var eitt árarføri, sum í endanum av juli elvdi til, at stórar nøgdir av lívrunnum evnum um áir og dren endaðu í Filsø Søndersø.
- Sjálvt um iltnøgdin í Filsø Søndersø nú er í lagi aftur, kann tað koma at taka langa tíð, áðrenn vistskipanin er komin upp á pláss aftur, sigur lektarin á Keypmannahavnar Universiteti.