Stór útskifting á U21-liðnum

Venjararnir hjá U21-landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, gera stórar broytingar á liðnum, sum í kvøld skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Russlandi, tí seks broytingar eru gjørdar í mun til Rumenia-dystin Tá U21-landsliðið í kvøld klokkan 19 fer á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti Russlandi í EM-undankappingini, verða ikki færri enn seks broytingar á liðnum. Venjararnir vóru ikki nøgdir við innsatsin leygarkvøldið, og tað sæst aftur á liðnum, sum byrjar í kvøld.

? Vit megnaðu ikki at halda upp á bóltin. Tað vóru kanska bara einir 10 minuttir í øðrum hálvleiki, at vit vóru við í dystinum. Tað er ikki nóg gott á heimavølli, líka mikið hvør mótstøðan er, sigur annar av venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, við FSF-heimasíðuna.

? Liðið, sum byrjar í kvøld, er kanska eitt sindur meira álopskent og eitt sindur kvikari, enn liðið leygardagin. Vit spæla við einum áleoypara og tveimum vengrum, men minst til, at tveir av miðvallaleikarunum, Kristoffur og Christian, eisini upprunaliga eru framherjar, so vit satsa upp á meira framrættað spæl í kvøld, sigur hann.

Óhepni málmaðurin leygarkvøldið, Trygvi Askham, sum fekk reyða kortið, er tó tann einasti, sum ikki er við í hópinum aftur hesa ferð, tí hann hevur karantenu. Í hansara stað er úttikin Teitur Gestsson, sum spælir í danska felagnum, OB.

Allir tríggir, sum komu inn leygarkvøldið, hava fingið afturval. Teir eru málverjin, Jóan Pauli Jakobsen, og útispælararnir, Páll Klettskarð og Jóhan Ellingsgaard. Umframt teir fáa so eisini Erling Jacobsen, Róaldur Jacobsen og Jóan Símun Edmundsson kjansin frá byrjan í kvøld.

Byrjunaruppstillingin í kvøld: Jóan Pauli Jakobsen ? Pætur T. Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Johannus Justinussen, Erling Jacobsen ? Róaldur Jacobsen ? Jóhan Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Christian Restorff Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson ? Páll Klettskarð