Stór útsøla!! Endabrestur- alt skal út!!

Tað var bæði at gráta og flenna at, tá ið vit fyrr í vikuni løgdu oyra til Fimmaran og sama kvøldið í Krosskasti ( fólkaflokskasti tað kvøldið ) við bæði eygum og oyrum fingu vitnisburð frá formanninum í størsta flokki ( í løtuni ), tá hann fyri øllum Føroya fólki viðgekk sína politisku ómegd.

Tað var bæði at gráta og flenna at, tá ið vit fyrr í vikuni løgdu oyra til Fimmaran og sama kvøldið í Krosskasti ( fólkaflokskasti tað kvøldið ) við bæði eygum og oyrum fingu vitnisburð frá formanninum í størsta flokki ( í løtuni ), tá hann fyri øllum Føroya fólki viðgekk sína politisku ómegd. Ikki bara einaferð, men aftur og aftur. Tøvdi og tók upp í saman. Evnið var Vágatunnulin. Tragikomiskt, segði onkur niðri á Vaglinum dagin eftir. Hon var á veg á útsølu. Og í hesum útsølutíðum var ikki annað at hugsa enn, at handilsliga snildi hjá ávísum fólkafloksmonnum er teimum ein góð barlast í politisku telvingini. So góð, at eftir hesar sendingarnar stendur tjóðveldisflokkurin spillnakin og heldur fyri. Har er einki eftir!


Kávalótir

Tí nakað hevur hann gramt seg fyri fjølmiðlunum, formaður Tjóðveldisfloksins Heini 0. Heinesen.( Tað er hann, sum er formaður). Formaðurin fyri flokkin við tí søguliga?? møguleikanum. Um tað, at Landsverkfrøðingurin varð sagdur úr starvi, um tað, at tryggja Landsverkfrøðinginum og føroyingum tunnilsarbeiðið o. s. v.

Hví gremur Heini 0. Heinesen seg ikki á rætta stað? Helst nú, teir eru farnir at hava samgongufundir? Hví ber ikki størsta samgonguflokki til á nakran hátt at seta síni fingramerki á tað, sum fer fram? Svarið fingu vit í Fimmaranum og hasum ?kastinum?. Politisk ómegd og einki annað!!!


Hvør er man?

?Man hevur valt hasa loysnina við privatum partafelagi at taka sær av tunnilsarbeiðinum..

Landsstýrismaðurin hevur valt hasa loysnina. Tað man hann hava loyvi til. Ikki besti mátin. Tað er ein umsitingarligur spurningur innast inni!!!! ( Er Heini ikki politikari)?

Hetta er ikki nøkur góð loysn. Ikki nøkur sparing. Nógn dýrari. Vegastrekkið kostar kanska einar 10. ferðir so nógv. Tá ið Phil og Søn komu til Føroyar, var eingin, sum kláraði at kappast við teir. Ikki gott at fremmandir koma inn. Men eg havi fingið tað í álitið, sum eg vildi hava.!!!? Alt hetta bar formaðurin í størsta flokki, sum eisini er formaður í Vinnunevndini, fram fyri Føroya fólki.


Ideologisk avgerð

Og hvat hevur so formaðurin fyri flokkin við søguliga møguleikanum fingið í álitið? Flokkurin, sum er størstur og hevur ?a second chance?, við tað at hann eigur formannin í Vinnunevndini? Jú, at Landsverkfrøðingurin skal hava eftirlit! Tað syrgdi Alfred Olsen fyri. Umboð Sambandsfloksins.

Eftir standa vit í Javnaðarflokkinum og eru tey einastu, sum hava eina turkatrúgv uppá, at føroyingar sjálvir klára at gera hetta arbeiðið. Annars var Landsverkfrøðingurin ikki farin undir tað í sínari tíð. Men nú er tað so endaliga tikið úr teirra hondum. At gera tunnil á landi ella undir sjógv, er ikki tann stóri munurin, helt landsverkfrøðingurin. Og higartil hevur borið væl til.

Men, sum Finnbogi Arge og Jógvan á Lakjuni vístu á, so er hetta ein ideologisk sannføring. Tað skal á privatar hendur.


Spæl fyri gallarínum

Hví var so neyðugt at drála og roksa so, tá eingin ósemja var í samgonguni um málið? Tá Tjóðveldisflokkurin bara vildi hava navnið á Landsverkfrøðinginginum við so ella so? Hví skal privatiseringin hjá sitandi samgonguni ballast inn í kávalótir frá Tjóðveldisflokkinum? Hví skuldu vágafólk bíða eftir hesum gallaríspælinum, sum ikki ein gang var elegant?

Virkandi Landsverkfrøðingur tyktist at taka við tí, teir kundu fáa. Við eftirlitinum fáa teir nørt um sína vitan, heldur formaðurin í Vinnunevndini. Men eg má bara spyrja. Hvat skal tað til, at Landsverkfrøðingurin nørir um sína vitan, tá ið man ikki skoytir um at brúka hana?


Frensur á línu

Tað skal sigast, at tað pínir meg at síggja fólk krúpa, hvør tað so er. Men við myndini, sum Óli Breckman í tinginum lýsti tað stríð og strev, teir høvdu av Tjóðveldisflokkinum, so skilji eg, at Heini 0. Heinesen krýpur. Tað var, sum at hava frens á línu, helt Óli. Eitt ræðuligt rumsterilsi, áðrenn gjørdar avtalur vóru hildnar. Hann sipaði til síðu 2 í samgonguskjalinum. Eg má hóast alt við samkenslu ynskja tjóðveldismonnum góðan byrð, nú Bjarni Djurholm er farin at troðkast eftir avtalaða skattapolitikkinum. Tjóðveldisflokkurin fæst tá helst fyri helvtina av útsøluprísinum, nú so langt er útliðið.


Katrin Dahl Jakobsen

tingkvinna

Javnaðarfloksins