Stór trímenninga- og fermenningaveitsla

Eftirkomararnir hjá Mouritz og Marin Mohr fara í næstum at skipa fyri eini stórari ættarstevnu. Talan eru um eini 6-700 familjulimir, ið kunnu koma, men fyrireikararnir vænta "bert" 2-300 trímenningar og fermingar

Tann 5. november í ár eru 200 ár liðin síðani Mohr-ættin kom á Hoyvíksgarð, og er tað í hesum sambandi, at eftirkomararnir hjá Mouritz og Marin Mohr hava valt at skipa fyri eini stórari ættarstevnu.
Sjálvt um Mouritz Mohr andaðist, bert 37 ára gamal, fingu hann og Marin 11 børn. Tey ellivu børnini, Peter, Daniel Pauli, Elisabeth Mariane, Sára, Mourits, Hans Martin, Elieser, Henrikke Sofia, Johan Vilhelm, Jens og Mourentsa Martina fingu tilsamans 51 børn.
? Ætlanin er at fara á grøvina hjá Mouritz Mohr, sum liggur grivin í Havnar kirkju, og síðani til kirkjugarðin á Svínaryggi, har konan, Marin liggur grivin, og tað gera tey flestu børnini hjá teimum eisini, og har ætla vit eisini at leggja krans á, sigur Petur Even Djurhuus, sum er ein av stigtakarunum og samskipari.

700 familjulimir
Spurdu um, hvussu nógv fólk talan er um, sigur Petur Even, at hann hevði talt leystliga eftir, og hann var komin upp í eitt tal millum 600 og 700, men hann væntar ikki, at so nógv fara at koma til ættarstevnuna. Eini 2-300 er eitt meira veruligt tal, heldur hann.
? Zacharis Vang skal halda ein fyrilestur um Nikolai Mohr, og síðani verður ein samkoma á Hoyvíksgarði og um kvøldið verður ein stór veitsla, greiðir Petur Even frá.
? Ofta hevur verið tosað um at skipa fyri onkrum tílíkum, men tað er ongantíð komið so langt, men fyri stuttum, so kom eg fram á, at tað eru 200 ár síðani, at Mohr ættin kom á Hoyvíksgarð, og tí helt eg, at hetta var eitt upplagt høvi at savnast. Eg tosaði síðani við ymisk onnur fólk, og tað vísti seg, at stórur áhugi var fyri at skipa fyri eini ættarstevnu.
Ættarstevnan verður í Havn og í Hoyvík leygardagin tann 17. august. Seinasta freist er at tekna seg er tann 26. juli.