Leygarkvøldið kl. 20 skipar Skála Ítróttarfelag fyri útgávukonsert við Jens Lisberg í ítróttarhøllini í bygdini. Umframt løg av nýggju fløguni so sum Special woman, Please relase me, sum eru nógv spæld uttanlands, verða ymisk føroysk løg sungin. Við sær hevur hann bæði góðar tónleikarar og kórsangarar.
Umframt nógvar kendar enskar sangir fara Jens og dótturin Kristel at syngja saman og hvør sær. Møguleiki verður at keypa signerðarar fløgur av Jens Lisberg.
Tað er nakað síðani at fløgan kom út. Sum skilst hevur hon fingið góð ummæli, æbði her á landi men eisini úti í heimi.
Ein annar partur av konsertini er eisini drátturin av einum lutaseðli hjá ítróttarfelagnum við sera góðum vinningum. Hesin verður seldur í steðginum og drigin, tá konsertin endar. Upprunaliga var ætlanina at draga um vinningarnar í næstu viku, men orsakað av hesi serstøku vitjanini verður drátturin hildin í sama viðfangi.