Stór útgávukonsert

Føroya fremstu tónleikarar. 10 spildurnýggj løg. Føroya bestu karmar. Og boðskapurin um, at vit øll eru fødd fræls og javnlík.

Soleiðis kann hátíðarhaldið av 50 ára stovningardegnum hjá Amnesty International lýsast í stuttum.

10. desember er altjóða mannarættindadagur og henda dag hava aktivistar fyri Amnesty hátíðarhildið í 50 ár.

Útgávukonsert verður leygarkvøldið klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum, og Føroya deild eina fjølbroytta skrá:

Livandi tónleikur frá Lindu Andrews, Bárður Johannesen, Guðrun og Bartal, Petur Pólson, Noel Joensen & Birgir Jóhannessen, Eyðun Nolsøe, Vígdis Fjallstein, Unn Patursson, Petur Háberg og Lív Næs.

Og stóra avdúkingin av, hvør vinnur tær tríggjar heiðursgávurnar, verður á skránni.

Vertur verður Eydna Skaale, sum fer at gera samrøður við sangskrivararnar, og leiða okkum ígjøgnum kvøldið, har vit eisini hyggja aftur á úrslit og varðar hjá Amnesty International.

Amnesty varðar

Hetta er ein dagur, har vit loyva okkum at hyggja aftur á varðar og úrslit hjá Amnesty International ígjøgnum seinastu 50 árini. Og nógvir varðar standa eftir. Aktivistar hava skrivað brøv fyri fleiri enn 44.0000 átøk við krøvum um rættvísi. Altjóða sáttmálin móti píning er ein varði, sum felagsskapurin tvey ár seinni fekk friðarheiðursløn Nobels fyri at hava arbeitt fyri. Og fleiri enn 87 lond hava avtikið deyðarevsing síðani 1970.

Her í Føroyum kann Føroya deild í ár m.a. fegnast um, at tað eftir áralangt trýst endiliga er eydnast at fáa harðskap móti kvinnum á politisku dagskránna, og vit kunnu staðfesta, at peningur til arbeiðið at steðga harðskapi í parløgum er settur av á fíggjarlógini fyri 2012.