Stór útbjóðing stór avbjóðing

Tann 17. august lat 2. útbjóðingarrunda á føroyska landgrunninum upp. Oljufeløgini hava nú tríggjar mánaðir til at finna út av, um tey skulu bjóða uppá teigar á føroyska landgrunninum. Talan er um eitt sera stórt øki, sum er boðið út, og tá hugsað verður um, at oljufeløg hava brúkt meira enn 10 ár at kanna føroyska økið, so er greitt, at fleiri teirra í dag sita inni við týðandi upplýsingum, sum gera, at tey uttan iva fara at bjóða.

Sambart úttalilsum frá bæði stjoranum í Oljufyrisitingini og stjórunum í tveimum av virknu oljufeløgunum her í báðum almennu loftmiðlunum dagin rundan varð latin upp, so er neyvan nakar ivi um, at stór og sterk feløg fara at vera við í útbjóðingini. Sjálvandi kann einki sigast við vissu enn, men okkurt kundi bent á, at nýggj vitan um undirgrundina, boriúrslit hinumegin markið og eisini høgu oljuprísirnir og tørvurin á at finna nýggj oljuøki sum heild, gera, at føroyska undirgrundin hevur áhuga í altjóða oljuverðini.

Spenningurin er sjálvandi fyrst og fremst um okkara egnu útbjóðing. Men 22. rundan í bretskum øki verður almannkunngjørd fyrsta dagin, og tá verður eisini sera áhugavert at frætta, hvørji feløg hava søkt um hvørjar teigar tætt upp at okkara marki.

Men mest áhugavert er tó at frætta um úrslitið av teimum trimum brunnum, sum eru og verða boraðir við markið í summar. Ein er liðugt boraður, tann næsti er í gongd, og hol verður sett á tann triðja í hesum mánaðinum. Allir tríggir liggja tætt upp at markinum. Og hóast einki kemur fram alment um hesar brunnar, so er tað tó áhugavert at merkja sær, at fleiri av feløgunum, sum eru við í boringunum, eru eisini virkin á okkara landgrunni og tí vilja positiv úrslit her gera, at fleiri teirra og onnur við, fara at vísa okkara útbjóðing stóran ans. Tað kann eisini ganga hin vegin, men okkurt kundi bent á, at úrslitini eru ikki lítið áhugaverd, tó at hetta ikki er váttað.

Vit kunnu so eisini bara fegnast um, at føroyska oljufeløgini Atlatns Kolvetni er við í einum av hesum brunnum hinumegin markið, tó at tað er við einum lítil parti. Men gott er at síggja, at vit eru við eisini í hesum partinum av oljuvinnuni. Talan er um tann triðja av brunnunum, sum verður boraður í um mánaðarskiftið ella so.

At ONS verður í næstum er so eisini eitt gott høvi hjá okkara fólki at gera vart við 2. útbjóðingarrundu. Og tað ger ikki støðuna verri, at okkara fræga sonkvinna, Eivør Pálsdóttir verður partur av føroysku luttøkuni í hesum altjóða oljutiltaki. Hon skal bæði syngja fyri kongi og drotning og fyri túsundtals oljufólkum, tá tiltakið endar í Stavanger.Hennara rødd hevur víst seg at kunna bergtaka mong, og um hon eisini fer at bergtaka oljufólk úr flestu av heimsins oljufeløgunum, er lítil ivi um. Vit vilja við hesum ynskja Oljufyrisitingini góða eydnu við útbjóðingini og vit ynskja eisini føroyingunum, sum verða við í Stavanger góða eydnu.

Sosialurin