Stór tøk eru eftir

Landsliðsvenjarin í svimjing, Jón Bjarnason, er væl nøgdur um framgongdina, sum ítróttin hevur havt seinnu árini. Men hann leggur stóran dent á, at enn er nógv, sum skal røkkast

Svimjing

 

Hópur av metum og fleiri kappingar, har tað var stór kapping um ymsu heiðursmerkini. Tað var millum annað tað, sum Jón Bjarnason kundi staðfesta, tá hann var til FM-kappingina í svimjing um vikuskiftið. Og sum so var hetta eisini ein kapping, sum venjarin var nøgdur um.

- Samanumtikið, so haldi eg, at vit ongan tíð áður hava havt eina FM-kapping á somikið høgum støði. Bæði tí fleiri met vórðu sett, men ikki minst tí kappingin í fleiri greinum var somikið hørð. Og tað boðar eisini frá góðum, tá vit til dømis síggja, at Elspa Mørkøre missur tvey av sínum føroysku metum.

 

Størri breidd

Hetta seinasta ber eisini boð um eina størri breidd í toppinum. Og Jón ivast ikki í, at talan er um eitt sterkt landslið, sum fer á Oyggjaleikirnar á Rhodos í summar.

- Vit síggja í fleiri kappingum, at okkara svimjarar svimja undir vinnaratíðina frá seinastu oyggjaleikum, og tað í sjálvum sær er bara hugaligt.

Men merkir tað av sær sjálvum, at vit skulu rokna við einum veruligum gullregni á Rhodos?

- Nei, sjálvandi ikki. Tí heimurin stendur sjáldan í stað. Hini londini betra seg eisini, men vit hava avgjørt møguleikar at ogna okkum nøkur heiðursmerki. Eisini eru vit nú væl við á longru teinunum, og í liðsvimjingini kann tað blíva heilt gott hjá okkum. Sum dømi kunnu vit taka kvinnustafettina hjá TS. Tær svumu skjótari, enn besta tíðin hjá landsliðnum. Og tá eg so kann taka seinasta svimjaran hjá TS út og seta Elspu Mørkøre inn ístaðin, eru fortreytirnar jú heilt góðar, sigur Jón.

 

Eisini veikar síður

Enn er tó langt eftir, tá tosað verður um framgognd og menning innan føroyska svimjing, sigur Jón.

- Eg vil siga tað so, at vit hava tikið nøkur velduga stór stig seinastu tvey árini. Men enn hava vit tó langt eftir. Ikki minst er tað ein trupulleiki hjá okkum, at vit ikki hava nóg góðar svimjarar í bringu- og firvaldssvimjing. Tað merkir, at tað eru nógvar kappingar, har vit als ikki kunnu blanda okkum, og kemur tú upp á 100 metrar, so rakar hetta eisini stafettirnar.

Hvør er orsøkin til hetta?

- Tú kanst siga, at tær eru rímiliga grundleggjandi. Bringu- og firvaldssvimjing eru greinar, ið krevja meira teknikk og rástyrki, enn hinar báðar greinarnar. Á 50 metrum hava vit kanska svimjarar, sum kunnu standa seg, men so skjótt, sum tú fert uppum hetta, haltar tað heilt alvorliga hjá okkum. Og tað er væl eisini sigandi, at gamla metið hjá Høgna T. Hansen á 200 metrum bringu enn stendur sum besta føroyska tíðin. Tað er bara ikki nóg gott.

Vil tað so siga, at tað eru grundleggjandi ting í venjingini, sum ikki eru í lagi?

- Partvíst er hetta í øllum førum nakað, sum vit, ið eru svimjivenjarar, mugu taka til eftirtektar. Tað krevur tekniska venjing og hart arbeiði at betra hetta, men við framstigunum, sum longu eru gjørd, er heldur ikki ógjørligt at røkka hesum, heldur Jón.