Higartil í ár hevur Skála staðið seg væl betri, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við. Nú er Víkingur mótstøðuliðið. Hóast Skála fyrr í ár hevur vunnið ímóti HB og NSÍ, so er eingin ivi er um, hvør tað er, sum hevur tølini á sínari síðu, tá ið Skála seinnapartin fær vitjan av Víkingi.
Liðini hava dystast átjan ferðir, síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008. Hetta var eftir besta tíðarskeiðið higartil hjá Skála, sum ongantíð hevur staðið eftir við øllum.
Víkingur hevur vunnið trettan ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt. Í fjør hittust liðini tríggjar ferðir í landskappingin. Víkingur vann 1-0 á heimavølli og 2-0 á útivølli, og so endaði tað 2-2 í Sarpugerði.
Felags fyri bæði liðini er, at tey sakna lyklaspælarar.
Hjá Víkingi er álopsspælarin Adeshina Lawal skaddur, og framrættaði síðuspælarin Andreas Lava Olsen er burturstaddur í arbeiðsørindum.
Á Skála er álopsspælarin Søren B. Nielsen framvegis skaddur, og tað er framrættaði síðuspælarin Edvin Jakobsen eisini. Miðverjin Fróði Benjaminsen er burturstaddur í arbeiðsørindum, og miðverjin Jákup Jakobsen sá í 2-0 sigrinum ímóti HB síðsta sunnudag gula kortið fyri fjórðu ferð. Harvið er hann leikbannaður, og harvið er neyðugt við nýggjari miðverju á Skála.
Ein møguleiki er, at vongverjin í vinstru, Teitur R. Joensen, í dag verður fluttur í miðverjuna, har hann áður hevur spælt. Aðrir møguligir miðverjar eru Petur Pauli Mikkelsen og Pætur Dam Jacobsen.
Næstu vikurnar verður tað í fleiri førum grannastríð millum Skála og Víking.
Liðini hittast seinnapartin í landskappingini, tey hittast í hálvfinalum í steypakappingini 9. og 23. mai, og so hittast tey aftur í landskappingini – tá verður tað í Sarpugerði. Tað verður tann 2. juni.